Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2022

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Orkuvísind og støddfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Energy and Mathematics

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og førleikar innan burðardygga orkuveiting og burðardygga orkunýtslu.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur førleikar í alis- og orkuvísindum við atliti at m.a. burðardyggari
og umhvørvisvinarligari veiting av orku. og hon leggur serligan dent á støddfrøði og letur tí upp fyri øðrum møguleikum eisini.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.  Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so Føroyar í størst møguligan mun kunnu verða sjálvforsýnandi við orku.

Skipan av útbúgvingini

Lesturin er lagdur til rættis sum 3 ára fulltíðar samlestur millum orkuvísindi og hjánám í støddfrøði. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um. 

Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvi við stovnar ella feløg eftir egnum ynski, tó skal ein ávís minsta nøgd av støddfrøði og forritan innganga í verkætlanina.

Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:

  1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
  2. lestrarár er skipað við skeiðum í stødd-, alis- og evnafrøði, innleiðandi elverkfrøði umframt skeiðum frá hjánámi í støddfrøði
  3. lestrarár er skipað við skeiðum innan orkuverkfrøði, við bachelorverkætlan og við skeiðum frá hjánámi í støddfrøði.
Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2022

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Lestrarhálvur
1. lestrarhálva
Støddfrøði I
10 ECTS
Mekanikkur
7,5 ECTS
Innleiðaandi orkufrøði
7,5 ECTS
Líkindarokning
5 ECTS
2. lestrarhálva
Støddfrøði I
10 ECTS
Elektromagnetisma
7,5 ECTS
Varandi orka
7,5 ECTS
Hagfrøði
5 ECTS
3. lestrarhálva
Termodynamikkur
5 ECTS
Innleiðandi elfrøði
5 ECTS
Evnafrøði
5 ECTS
Algebra
7,5 ECTS
Diskret støddfrøði
7,5 ECTS
4. lestrarhálva
Støddfrøði II
5 ECTS
Stýriverkfrøði
5 ECTS
Elektriskar maskinur
5 ECTS
Støddfrøði-verkætlan
5 ECTS
Euklidisk geometri
5 ECTS
Metrisk rúm
5 ECTS
5. lestrarhálva
Orka og inniklima
7,5 ECTS
Vindorka
7,5 ECTS
Topologisk rúm og grundarlagið fyri støddfrøði
7,5 ECTS
Avanserað analysa
7,5 ECTS
6. lestrarhálva
Bygnings installatión
7,5 ECTS
Støddfrøði didaktikkur
7,5 ECTS
bachelor-verkætlan
15 ECTS

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.

Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.

Ein skal hava staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-stiganum ella minst 6 eftir 7-stiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13-stiganum ella 7 eftir 7-stiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin fer fram og er bygd á tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Væntað verður, at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, tøkni, burðardygga orkuveiting og orkunýtslu, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum, umframt fakligan førleika at undirvísa í støddfrøði.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo, 298 292566 ella Gunnar Restorff,  gunnarr@setur.fo, +298 292563, ið hevur ábyrgd av støddfrøðipartinum.

Les meiri her.