Er tøkt her

Lestrartíð: 1/2 ár
Skúlabyrjan: Um nóg nógv tekna seg 21. januar og august
Umsóknarfreist: 18. januar og august

Útbúgvingarstovnur
Sjónám

Útbúgvingarstaður
Klaksvík

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Maritim útbúgving

Endaskeið til skipsatstøðara

Útbúgvingin gevur kunnleika til uppbygging av skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð, kunnleiki til tey siglingarfrøðiligu og maskinteknisku økini umborð á skipi og fatan av týdninginum av góðari røkt umborð.

Útbúgvingini lýkur krøvini í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald, STCW-sáttmálin, reglu VI/I um grundleggjandi upplæring um trygd og tey ástøðiligu evnini sambært reglu II/4 og III/4 um vaktarhald. Umframt at lúka krøvini sambært stk. 1, hevur útbúgvingin til endamáls at geva næminginum førleikar, sum lúka krøvini í STCW-sáttmálanum, kapittul II/5 og III/5.

Um útbúgvingina

Tú lærir at gera viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð, at nýta og viðlíkahalda bjargingarútgerð og at fremja verkligt arbeiði umborð við togverki, veirum og útgerð til surring v.m.

Eisini gevur útbúgvingin kunnleika til ymsar vágar, tá arbeitt verður umborð á ymiskum skipasløgum, kunnleika til gongdir í sambandi við flutning og handfaring av last og kunnleika til mannagongdir og arbeiðsgongdir.

Endaskeiðið til skipsatstøðara gevur neyðugu amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst:

  • grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara 
  • at umsøkjarin hevur verið í starvi sum ófulltikin skipsatstøðari umborð á havfarandi handilsskipi størri enn 20 BT í minsta lagi í 6 mánaða
  • galdandi heilsuváttan fyri sjófólk

Framtíðarmøguleikar

Endaskeið til skipsatstøðara gevur eftir lokna útbúgving til skipsatstøðara, kravda siglingartíð og møguliga víðari skúlagongd atgongd til hesi sjóvinnubrøv og førleikaprógv; førleikaprógv sum skipsatstøðari, sum fulltikin dekkari og fulltikin motormaður við handilsskipum. Dugnaskaparbræv i sigling við handils­skipum og stýrimaður á 2., 3. og 4. stigi við handilsskipum. Fulltikin dekkari, motormaður og dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum, umframt stýrimaður á 3. og 4. stigi við fiskiskipum.

Meiri kunning

Sjónám – www.sjonam.fo

Tú kanst venda tær til Boga Gardar, undirvísingarleiðara, bogi@sjonam.fo, tlf. 665888.

Er tøkt her

Lestrartíð: 1/2 ár
Skúlabyrjan: Um nóg nógv tekna seg 21. januar og august
Umsóknarfreist: 18. januar og august

Útbúgvingarstovnur Sjónám

Útbúgvingarstaður
Klaksvík

Lestrarstuðul:

Fylg okkum