Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 35

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 240
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinir kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS. Ískoytisútbúgving kostar 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Fólkaskúlalærari

B.Ed.
Bachelor of Education in Primary and Lower Secondary Education

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar lærugongdir, so einstaki næmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin byrjar við grundfakum innan námsfrøðiliga sálarfrøði og mál- og lesi menning.

Annað lestrarár er skipað við linjulestri umframt framhaldandi skeiðum innan almenna námsfrøði og lívsáskoðan og siðalæru.

Triðja lestrarár er skipað við linjulærugrein og skeið í almennari didaktikki og sernámsfrøðiligum avbjóðingum.

Fjórða lestrar er skipað við linjulærugrein umframt vísindaástøði og háttalag, áðrenn tey lesandi skriva og verja sín bachelor ritgerð.

Skipan av útbúgvingini

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktik í fólkaskúlum.

Linjulesturin fevnir um lærugreinirnar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søga og samtíð, samfelagsfak, lívfrøði, landalæru, alis- og evnafrøði, náttúra og tøkni, støddfrøði, myndlist, handarbeiði, smíð, heimkunnleika, ítrótt, tónleik.

Eisini eru felags linjur ímillum námsfrøðinga- og læraralesandi: innskúling og at vera skúlabúgvin, sernámsfrøði og námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting.

Vallærugreinir eru allar lærugreinir fólkaskúlans.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra í fólkaskúlum.

Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 35

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 240
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinir kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS. Ískoytisútbúgving kostar 200 kr. fyri hvørt ECTS

Lestrarár
1. árið
Undirvísing og læring I
10 ECTS
Undirvísing og læring II
10 ECTS
Føroyskt á grundstøði
20 ECTS
Støddfrøði á grundstøði
20 ECTS
Starvslæra 3 vikur á 10 tímar
0 ECTS
2. árið
Undirvísing og læring III
10 ECTS
Undirvísing og læring IV
10 ECTS
Linjugreinalestur
40 ECTS
Starvslæra 5 vikur á 10 tímar
0 ECTS
3. árið
Undirvísing og læra V
10 ECTS
Undirvísing og læring VI
10 ECTS
Linjugreinalestur
40 ECTS
Starvslæra 5 vikur á 10 tímar
0 ECTS
4. árið
Vísindaástøði og háttalag
5 ECTS
BEd. verkætlan
15 ECTS
Linjugreinalestur III
40 ECTS
Starvslæra 5 vikur á 10 tímar
0 ECTS

Próvtøkur

Øll skeið enda við próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um hvør próvtøkuháttur verður nýttur og um próvtøkan er við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Eisini um tey lesandi fáa próvtal ella staðið/ikki staðið. 

Próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv og føroyskt á A-stigi og støddfrøði á C-stigi. 

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Starvsmøguleikar eru í fólkaskúlum, forskúlum og frískúlum. 

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Ed. hevur tú eitt fakligt grundarlag til master- ella kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið og á øðrum økjum.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðaran Irenu Tróndheim, irenat@setur.fo, +298 299414 ella til Hans Harryson, útbúgvingarleiðara, hansh@setur.fo. +298 299421.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya