Ver ansin, tá tú fært vitan um arbeiðsmarknaðin. Arbeiðsmarknaðurin broytist í mun til búskaparlig sveiggj og vinnuliga bygnaðin. T.e. hvørjir førleikar fyritøkur eftirspyrja og hvussu stórur eftirpurningurin er. Møguleikarnir er at gerast sjálvstøðugt vinnurekandi broytast eisini alsamt.
Eisini innan ta almenna eru broytingar. Stovnar broytast, so hvørt samfelagið og tørvurin hjá borgarunum broytist. Eisini hava politiskar raðfestingar ávirkan.
Bæði innan tað almenna og tað privata hevur nýggj tøkni og talgilding ávirkan á eftirspurningin eftir arbeiðsmegi.
Tað er tí týdningarmiki, at ansa eftir, ikki at leggja ov stóran dent á hagtøl, sum lýsa støðuna í dag og metingar um framtíðina. Ilt er at spáa um framtíðina. Tó kunna metingar geva ábendingar um framtíðarinnar eftirspurning eftir førleikum.
Les lýsing av størvum, trýst her.
Royn starvskumpassið har tú velur eitt øki, sum hevur tín áhuga, og so leiður kumpassið teg víðari og lýsur ymsar starvsmøguleikar, trýst her.
Her finnur tú upplýsingar um hvørja løn tú vildi fingið sum liðugt útbúgvin. Sáttmálarnir, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava avtalað fevna bert um tey størv, sum beinleiðis koma undir hesar sáttmálarnar.
Lønartalvurmar eru tær galdandi í dag og geva tær eina ábending um lønarlag. Innan almenna arbeiðsmarknaðin eru starvs- og lønarviðurskifti skipaði eftir hesum sáttmálunum og lønartalvunum. Innan privata arbeiðsmarknaðin eru eisini sáttmálar og lønartalvur, men tað eru ikki allar fyritøkur, sum eru fevndar av hesum sáttmálum, og tí kann fyritøkan bjóða tær starv við verri ella betri sømdum og løn eftir avtalu.
Á heimasíðuni hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum finnur tú sáttmálar og lønartalvur fyri almenna arbeiðsmarknaðin.
Sáttmálarnir eru her. Lønartalvurnar eru her.
Á heimasíðuni hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum finnur tú sáttmálar og lønartalvur fyri kommunala arbeiðsmarknaðin
Sáttmálarnir eru her. Lønartalvurnar eru her.
Sáttmálarnir hjá Handverkarafeløgunum eru her og lønartalvurnar eru her.
Sáttmálarnir hjá Arbeiðarafeløgunum eru her og lønartalvurnar eru her.
Sáttmálarnir hjá Manningarfeløgunum eru her og lønartalvurnar eru her.
Sáttmálar hjá øðrum feløgum eru her og lønartalvurnar eru her.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum