Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

4 ár 3 mðr.- 4½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Málari

Ein bygningsmálari viðger og málar múr-, træ- og metalflatar. Á skúlanum lærir tú at blanda litir og tú málar við ymisum sløgum av málingi.

Sum bygningsmálari arbeiðir tú ofta á byggiplássum, eisini í privathúsum, innan- og uttandura. Til tíðir arbeiðir tú saman við øðrum málarum ella øðrum handverkarum. Tað hevur tí týdning at halda tíðir, sum eru avtalaðar við kundan.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at geva kundum ráð at velja tilfar.

Filmur um bygningsmálara útbúgvingina er her.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin veitir grundleggjandi kunnleika um litir, stíl, tilfar og ymsar málarasnildir. Tú lærir um øll stigini frá tí, at tú gevur kundanum ráð um grundviðgerð og at rigga til, at tapeta og mála ella lakka yvirflatar.

Tað krevur, at tú hevur stílfatan og fylgir við í tí, sum er frammi av litum og stíli og nýggjastu arbeiðshættir. Tú lærir at blanda litir og at brúka ymiska máling.

Strong krøv til tilfar og loysingarevni hava havt við sær, at arbeiðið er munandi minni vanda­mikið, tá ið tað kemur í samband við eldfimt tilfar og heilsuskaðiliga guvu. Tú lærir um trygd og vernd.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert hugaður at hava skiftandi arbeiðsstøð
  • kanst arbeiða í hæddum
  • ert hugaður at arbeiða innan- og uttandura
  • hevur vanliga litsjón og skil fyri liti, skapi og sniði
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • ert kropsliga væl fyri
  • kanst samstarva við onnur
  • hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur, umframt einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Tú hevur møguleikan at velja valfrí sergreinafak og valfak. Tú kanst velja at fáa tær serkunn­leika innan ymiska málaratøkni sum t.d. marmorering, gylling ella gamla málaratøkni.

Frálæran fevnir m.a. um litlæru, tilfarslæru, tekning, uppmáting og støddfrøði, vørumenning, framleiðslu, arbeiðsumhvørvi og brunafyribyrging. Tú hevur eisini lærugreinarnar produkt menning, framleiðsl og tænasta, arbeiðsumhvørvi og brunavernd.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur bygningsmálari.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvingina:

  • byggisamskipari

Eisini hevur tú atgongd til professións bachelor útbúgvingina:

  • bygningskonstruktørur.

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til bygningsmálara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lív­langa læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

4 ár 3 mðr.- 4½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: