Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Klædnaatstøðingur

Útbúgvingin til klædnaatstøðing er ein grundútbúgving, sum gevur tær grundleggjandi vitan um at framleiða sniðgivin klæðir.

Tú lærir at taka mát, gera mynstur, skera toy til og seyma við seymimaskinu og við hond.

Sum klædnahand­verkari lærir tú at gera sniðgávu- og menningaruppgávur, velja tilfar, at gera modell og kostnaðar­útrokningar. Eisini fært tú vitan um at stýra framleiðslu, mótasøgu og um dygd.

Um útbúgvingina

Í útbúgvingini til klædnaatstøðing lærir tú at brúka skapandi evni, tá tú fyrireikar, framleiðir og avgreiðir vørur. Eisini lærir tú um rættan arbeiðshátt, amboð og útbúnað.

Tú fært eisini kunn­leika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan klædnayrkið.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum klædnaatstøðingur eru:

  1. Vera førur fyri at samskifta fakliga, persónliga og í altjóða høpi við atliti at virksemi fyritøkuna,
  2. kunna taka fyrilit fyri arbeiðsumhvørvi við atliti at uppgávum á útbúgvingarøkinum,
  3. virka og samvirka í toymum og loysa faklig mál sjálvstøðugt ella í toymi,
  4. duga at arbeiða við fyriliti fyri reinføri, arbeiðsumhvørvi, trygd, tíðarnýtslu, búskapi og dygd,
  5. sýna innovativar og kreativar førleikar í sambandi við fyrireika, framleiða og avgreiða vørur,
  6. hava vitan um kunningartøkniligu amboðini innan fakøkið,
  7. vita á hvønn hátt rættur arbeiðsháttur, røtt amboð og rættur útbúnaður verður nýttur,
  8. duga at keypa inn, bíleggja og móttaka vørur, gera kostnaðarætlanir og prísásetingar í samsvari við grundleggjandi reglur um marknaðarføring,
  9. kunna sniðgeva og vørumenna framleiðslu innan útbúgvingarøkið,
  10. duga at greiða úr hondum lættar grundkonstruktiónir og at fyrireika, menna og framleiða mynstur til tekstil- og klædnavørur,
  11. kunna at nýta og at samskifta við hjálp av tekniskari tekning við atliti at framleiðsluskjalfesting,
  12. vera førur fyri at fremja sjálvstøðugt innaneftirlit,
  13. hava kunnleika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan klædnayrkið, og
  14. duga at gagnnýta ástøðiligu vitanina í starvsvenjingarpartinum av útbúgvingini.

Skipan av útbúgvingini

Klædnaatstøðingaútbúgvingin er ein 2 ára útbúgving, harav starvsvenjing er 4 vikur. Tú fært ikki sveinaprógv við hesi útbúgving, men skúlaprógv.

Í yrkis- og vallærugreinum verður próvtøka hildin í einari lítlari verkætlan.

Tú hevur umframt 6 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

Arbeiðsumhvørvið

Dokumentatión

Fyrstahjálp og eldsløkking

Framleiðslumenning

Klædnamentan, vallærugrein

Maskinhandfaring

Modellkonstruktión

Mynsturmenning

Tilfarslæra

Vøruframleiðsla.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á seymistovu. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugt vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: