2 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023
Umleið 20
Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at gera tað møguligt fyri føroysk lesandi at nema sær siðbundnu løgfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum við tí fyri eyga at seta lóg og løgfrøði í føroyskt høpi.
Útbúgvingin gevur tær kunnleika og førleika í mun til ítøkiligu rættarstøðuna innan eina røð av grundleggjandi ítøkiligum rættarøkjum, frá avtalurætti, endurgjaldsrætti, fyrisitingarrætti, familju- og arvarætti o.s.fr.
Eisini fáa tey útbúnu fatan av ástøðiliga grundarlagnum undir ymisku rættarøkjunum og undir lóg og løgfrøði meira alment.
Serligur dentur verður lagdur á at menna háttalagsligar førleikar – serliga innan greining, skrivligt samskifti og argumentatión – sum hava serligan týdning fyri løgfrøðingar, ið virka í lítlum samfelag við øðrum fortreytum enn størri lond.
Útbúgvingin er m.a. býtt í dogmatisk, háttalagslig og kontekstualiserandi skeið.
Flestu dogmatisku skeið taka støði í føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Familju- og arvarættur; Avtalurættur; Endurgjaldsrættur; Fyrisitingarrættur; Føroyskur stjórnarskipanarrættur I (Føroyskur stjórnarskipanarrættur II kemur á yvirbygnaðinum); Keypi- og kravrættur; Tinglýsing og veð; Altjóðarrættur; Sivilur rættargangur og Revsirættur og revsirættargangur. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Ognarrættur.
Háttalagskeið miða móti almennari fatan av løgfrøðini, herundir lýsing av ymiskum ástøðiligum rákum, tulking og førleika at greina truplar løgfrøðiligar spurningar. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgfrøðilig fatan; Úrskurðargreining og Skriviverkstova.
Kontekstualiserandi skeið seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva fatan av, hvussu rættarstøða og -skipan eru treytað av politiskum, mentanarligum og søguligum kringumstøðum.
At enda verður ritgerð gjørd.
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv ella samsvarandi.
Umsøkjarar mugu hava góðar førleikar í føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.
Umsøkjari má eisini svara nøktandi uppá eina upptøkuroynd. Les um upptøkuroyndina her.
Við hesi útbúgvingini kann tann útbúni taka við størvum sum fulltrúar í almennari fyrisiting.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Bárður Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl@setur.fo, 292598.
Les meiri her.