Oktober
1. juni
12-24
14.000 kr.
Endamálið er, at tann lesandi fær vitan og førleikar til at vegleiða námsfrøðingalesandi við støði í krøvunum til starvslærurnar á námsfrøðingaútbúgvingini.
Skeiðið er eitt eftirútbúgvingartilboð til námsfrøðingar.
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi verða førur fyri at:
Skeiðið verður skipað við 10 temamodulum.
Undirvísingarhátturin er undirvísing, fyrilestrar, bólkaarbeiði, casearbeiði, framløgur, vegleðing av starvslærulesandi, eftirmeting av starvslærulesandi og sjálvlestur.
Til tess at verða upptikin til krevst prógv sum námsfrøðingur umframt minst 2 ára starvsroyndir um námsfrøðingur.
Próvtøkan er portfolio og munnlig framløga. Nærri kunning er í serstøkum skjali, sum verður útflýggjað við skeiðsbyrjan.
Próvtøkan er staðið/ikki staðið og fer fram við innanhýsis próvdøming.
Meiri kunning fæst við at venda tær til Anniku Antoniussen á AnnikaA@setur.fo.
Les meiri her.