August
1. juni
200 kr. fyri hvørt ECTS-stig, umframt 6.000 kr fyri starvslæru hjá lærarum og 4.000 kr. fyri starvslæru hjá námsfrøðingum.
Linjugreinar verða bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar
Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar.
Linjugreinarnar hjá lærarum, sum telja 40 ECTS, eru býttar upp í 3 skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum sum linjugreinarnar eru settar saman av. Linjugreinarnar hjá námsfrøðingum, sum telja 30 ECTS, eru býtt í tvey skeið.
Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann verða avmarkað vegna plásstrot.
Til ber at venda til nad@setur.fo ella til Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara á Námsvísindadeildini, paulinap@setur.fo, +298 299414.
Les meiri her
Fróðskaparsetur Føroya.