3 ár
August
15. mars
Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni t.d. skapandi lærugreinar og mállærugreinar.
Undrast tú á fyribrigdi og samanhangir í náttúruni? Dámar tær at loysa líkningar og gera útrokningar? Og vilt tú hava eina djúpari fatan av tí tøkni, sum í vaksandi mun stýrir okkara gerandisdegi? So er Náttúrubreytin nakað fyri teg.
Her verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Tú kanst fara í djúpdina við alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði, ella eitt nú landafrøði, stjørnufrøði og teldufrøði.
Á hesi breytini verður serliga arbeitt við náttúruvísindaligum háttaløgum og hugsanarháttum. Við at arbeiða bæði ástøðiliga – við modellum og hypotesum – og praktiskt – eitt nú við royndum á kanningarstovum – fært tú innlit í, hvussu heimurin er uppbygdur og samansettur. Á
Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á náttúrubreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.
Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á náttúrubreytini.
Føroyskt A |
Enskt B |
Ítróttur og heilsa C |
Religión C |
Alisfrøði B |
Evnafrøði C | Lívfrøði C | |
Søga A |
Støddfrøði B |
Landafrøði C |
Samfelagsfrøði C |
Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.
Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:
● fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
● lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
● lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.
Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í alisfrøði-/evnafrøði.
Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum.
Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.
Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.
Við prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
Við prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.
Glasir
Miðnám á Kamsdali
Miðnámsskúlin í Suðuroy