Yrkisútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva næmingum fakligan førleika til ávís yrki. Útbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd.
Yrkisnám kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi, ið gevur møguleika til framhaldandi lestur.
FHS Yrkisnám
Tekniskt Yrkisnám
Tað eru sera nógvar yrkisútbúgvingum at velja ímillum. Fyrivarni skal takast fyri, at á les.fo eru tær mest vanligu yrkisútbúgvingarnar í Føroyum.
Um so er, at lærupláss lýkur krøvini og fær læruplássgóðkenning, so ber til at fara í læru í Føroyum við skúlagongd í Danmark, innan yrkisútbúgvingar, sum eru lýstar á Uddannelses Guiden her.
Yrkisdepilin umsitur yrkisútbúgvingarnar við føroyskum lærusáttmálum, har skúlagongdin antin burturav er í Føroyum, partvíst í Føroyum og í Danmark og burturav í Danmark.
Yrkisdepilin veitir vegleiðing til teirra, ið ynskja at gerast lærlingar, tey sum eru í læru, til læruplássini og til myndugleikar.
Yrkisútbúgvingar skipaðar í høvuðsevni:
Bygging
Tøkni - El
Tøkni - flutningsfør
Tøkni - grafikkur og miðling
Handil og skrivstova
Matur
Tøkni - maskin og framleiðsla
Landbúnaður og náttúra
Uppliving og tænasta
Heilsuyrkið
Fíggjaryrkið
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum