Øll eru meir ella minni fjáltrað, tá farið verður til próvtøku. Hagtøl vísa, at fólk flest eru bangin fyri at leggja fram fyri øðrum.
Men ber til at fyribyrgja ella gera nakað við henda óttan fyri próvtøkuni og at bøta um próvtøkuúrslitið?
Tá ið tú kemur inn í próvtøkuhølið, er tað ein fyrimunur, at tú ert rólig/ur og vísir, at tú hevur sjálvsálit. Brett tær á og anda djúpt, áðrenn tú fert inn. Heilsa upp á læraran og próvdómaran. Best er um tað liggur fyri at taka í hondina á próvdómaranum og siga róliga og týðiliga, hvør tú ert.
Skilir tú ikki onkran spurning, spyr so endiliga "Eg veit ikki, um eg havi skilt spurningin - kanst tú útgreina?".
Minst til, at lærarin vil fegin, at tú skalt klára teg væl, tí so hevur undirvísingin helst verið á góðari leið. At spyrja soleiðis ger, at lærarin helst brúkar onnur og fleiri orð um spurningin og tú fært betri møguleika at skilja hvat endamálið er við spurninginum. Harumframt fært tú betri stundir at hugsa teg um og fyrireika svarið.
Nei, tað er ikki at svika til próvtøkuna, tað er bert ein máti at fyrireika teg uppaftur betur.
Til munnliga próvtøku ber til at spyrja onnur, sum hava verið til próvtøku, hvørjir spurningar vóru, og hvat tey svaraðu, og viðmerkingar frá lærara og próvdómara.
Minst til at hjálpa øðrum eisini. Steðga eina løtu, aftaná tú hevur verið til próvtøku, so tú eisini kanst geva vitan og góð ráð víðari.
Legg tær fyrireikingartíðina soleiðis til rættis, at tú í minsta lagi hevur ein dag ella 1/2 dag frí undan próvtøkudegnum. Tak tær av løttum og ger okkurt, sum gevur tær hvíld. T.d. kanst tú hugna tær saman við familju og vinfólki, hygg at filmi, spáka ein túr ella ger okkurt annað. Tú veitst, hvat tær dámar best at gera.
Gert tú eitt mistak, ver rólig/ur. Rætta villuna, um neyðugt, og halt fram. Øll mistaka seg. Er tað mesta, tú sigur rætt, so gongur tað.
Lærarin vil, at tú stendur teg væl, gev læraranum og próvdómaranum møguleikan at gloyma villurnar og legg ikki dent á tær.
Áðrenn tú fert til munnliga próvtøku et tá góðan mat. Til skrivliga próvtøku tørvar tær meiri mat og drekka. Gott er at hava grovt rugbreyð við góðum viðskera, og drekkur tú te ella kaffi, tak eina termokannu við. Tak eisini nakrar munnbitar við sum t.d. nøtir, sjokuláta og rosinur ella annað.
Svøvnur hevur somuleiðis stóran týdning, legg tær fyrireikingina so væl til rættis, at tú fært stundir til at fáa góðan svøvn.
Tað hevur serliga stóran týdning til skrivligar próvtøkur, men eisini til munnligar próvtøkur.
Les spurningarnar fleiri ferðir og tryggja tær, at tú skilir spurningin. Ein góður máti er, at skriva spurningin fyrst ovast og so svara honum. Á hendan hátt kanst tú støðugt lesa spurningarnar og tryggja tær, at tú svarar teimum.
Til munnliga próvtøku hevur tú rætt at spyrja læraran, hvussu spurningurin skal skiljast, áðrenn tú fert inn í fyrireikingarhølið. So les spurningin væl áðrenn tú fert inn í fyrireikingarhølið, spyr endiliga læraran, um tí ivast í, hvussu spurningurin skal skiljast.
Ger tær eina lestrarætlan, so tú fært tíð at lesa tað, tú hevur sett tær fyri. Gleð teg um framgongdina og steðga av og á.
Hvat hevur lærarin lagt dent á? Skriva viðmerkingar til tað, ið dentur verður lagdur á, og legg tær tað í geyma.
Tað er eingin vegur uttanum. Einasti máti at kunna tryggja sær eitt gott próvtøkuúrslit er við at fyrireika seg. Lærutilgongdin er vanliga undirvísing, bólkaarbeiði, uppgávuloysn- og skriving, at lesa, lurta eftir ljóðbókum og podcast og at skriva notatir, at finna sær vitan á netinum, í ymsum miðlum v.m. Ymiskt er, hvussu arbeitt verður.
Summi skriva sær viðmerkingar til tað, tey lesa við hond ella á teldu, sum samandráttir av tí, sum hevur størstan týdning og/ella til tað, sum er torskilt.
Tosa við lestrarfelagarnar um, hvussu tey fyrireika seg, og spyr eisini tey, sum fáa góð próvtøkuúrslit. Kanska fært tú nøkur góð og gagnlig ráð.
Kelda: www.ug.dk og www.les.fo.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum