Lestrartíð: 2 ár og 4 mðr.
Umsóknarfreist:
Upptøka er eftir tørvi.
Lýst verður eftir næmingum á Facebooksíðuni hjá "Føroya Politi" og á starv.fo
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Løgreglufólk

Police Officer

Útbúgvingin er til tín, sum ert til reiðar at fara undir persónliga menning og ynskir at gera mun fyri borgarar og samfelagið hvønn dag. Øll útbúgvingin er málrættað til títt framtíðarstarv sum løgreglufólk og longu eftir 11 mðr., roynir tú ástøðina í verki á einari løgreglugstøð.

Tá tú verður upptikin á útbúgvingini, ert tú samstundis í royndarstarvi sum løgreglutænastufólk. Hetta merkir, at tú hevur trygd fyri starvsvenjingini og at tú fært fast starv sum løgreglugfólk, um tú hevur nøktandi úrslit.

Tá søkt verður inn til løgreglufólk í Føroyum, er mannagongdin tann sama sum í Danmark, tó skal viðkomandi koma í starv sum løgreglufólk í Føroyum eftir loknan lestur.

Bæði skúlagongd og starvsvenjing er í Danmark. 

Undir skúlagongdini fær tann lesandi SU og tann lesandi fær løn undir starvsvenjing.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin skiftir millum undirvísing á løgregluskúlanum í Keypmannahavn og starvsvenjing á eini løgreglustøð. Undirvíst verður bæði í lærugreinum viðvíkjandi løgregluarbeiði og í almennum lærugreinum.

Tú fært m.a. vitan um løgregluástøði, uttanríkistænastu, sálarfrøði, starvsfólka­viðurskifti og leiðslu. Eisini fært tú førleikar til samstarv og uppbyggjandi samskifti við borgarar, starvsfelagar og onnur, umframt sjálvsinnlit og vitan um egnar førleikar, atburð og persónliga ábyrgd í sambandi við løgregluarbeiði.

Útbúgvingin er skipað í 3 modulum, samanlagt í 28 mánaðir. Undirvísing er mánadag til fríggjadag frá umleið kl. 8 til kl. 15.

​Modul 1. Løgreglubúna, samleikaprógv og út “á gøtuna”
Fyrsta modulið er 11 mðr. á løgregluskúla har tú fært løgreglubúna og samleikaprógv. Eisini kemur tú út “á gøtuna”. 
Undirvísingin umfatar gerandis løgregluuppgávur, m.a. eina kanningarviku og eina tilbúgvingarviku, umframt hesi evni: Patruljutænasta (varðferðartænasta), kriminalteknikkur, fyrstuhjálp, avhoyring, koyriteknikkur og útrykningur, løgreglu løgfrøði, málsviðger, skjóting, ferðsulóggáva, maktnýtsla og ósemjuloysn.​ Eisini eru temadagar um ferðsluóhapp og deyðsfall.

Modul 2. Tann vanligi og óvæntaði gerandisdagurin á einari politistøð
Næsta modulið er 11 mðr. í starvsvenjing á løgreglustøð. Tú arbeiðir við uppgávum í tilbúgvingini og í skiftandi vaktum. Her brúkar tú tína vitan frá modul 1 í verki. Ein stórur partur av tíðini fer við at koyra varðferð (patrulju) og at skriva frágreiðingar um tað, sum tú upplivir, men tú skalt eisini fordjúpa teg í fokusumráðum sum t.d. kanningar- og fyribyrgjandi arbeiði. Semestrið endar við einari minni skriftligari uppgávu, sum tú verjir munnliga.
Føroya Politi er ikki eitt útbúgvingarøki, tí ber ikki til at velja at fara í starvsvenjing í Føroyum.

Modul 3 - Tilreiðar at fara í dýpdina sum politistur
Triðja modulið er 6 mðr. á løgregluskúla. Arbeitt verður við at knýta saman ástøði og praksis og tú fert meira í dýpdina við uppgávunum hjá løgregluni. Tú kemur at arbeiða við serstakari ástøði, sum fevnir um mentan og undirmentanir hjá løgregluni, sosialari viðurkenning og status - og um møguleikar hjá tí einstaka.
Skúlagongdin fevnir eisini um undirvísing í m.ø. flytførum átakskonsepti, harðskapi, ferðslu og løgreglusamleika, varðferðartænasta (patruljutænasta), løgregla og mentanarmargfeldni, aktuellur kriminalitetur, skjótiteknikkur, valdsnýtsla og ósemjuhandfaring.
Síðani verður eina próvtøkuviku við eftirfylgjandi próvtøkuverkætlan.
Próvtøkuverkætlanin  skal vísa, at tú við at nýta ástøði og háttalæru sjálvtstøðugt og greinandi megnar at grunda um arbeiðið hjá løgregluni og arbeiða við sjálvvaldari trupulleikaorðing í løgreluarbeiðinum.

Upptøkutreytir

Fyri at verða upptikin krevst upptøkuroynd. Mannagongdin í Føroyum er tann sama sum í Danmark, tó skulu umsóknir sendast umvegis heimasíðuna www.politi.fo.

Treytirnar fyri upptøku eru:

  • fysisk roynd
  • skrivlig roynd í føroyskum
  • case á donskum
  • svimjiroynd, sum einans hevur sum endamál at staðfesta, um umsøkjarin ræðist vatn
  • toymisuppgáva

Upptøkuroyndin endar við einari samrøðu.

Krøvini annars eru, at tú:

  • ert 21 ár, tá ið tú søkir
  • ert danskur ríkisborgari
  • hevur góða heilsu
  • hevur vanliga litsjón
  • hevur koyrikort til bil
  • hevur miðnámsútbúgving ella fakligar førleikar, sum kunnu javnsetast, og at mett verður, at umsøkjarin megnar útbúgvingina
  • eftir lokna útbúgving í Danmark kemur aftur til Føroya at arbeiða.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin er áhugaður og umhugsin, tá ið tað snýr seg um løgregluleiklutin, og hevur góð innlivingar- og metingarevni.

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú hevur nomið tær útbúgvingina sum løgreglufólk við nøktandi úrsliti, fært tú fast starv sum løgreglufólk. Løgreglan hevur eftir- og framhaldsútbúgvingar.

Til árligu samrøðurnar millum teg og leiðara tín verður ein menningarætlan løgd út frá tínum evnum og áhuga. Starvsumbýti er ein natúrligur liður í menningini, har tú fært avbjóðingar á ymsu økjunum hjá løgregluni.

Dømi um framtíðarmøguleikar eru innan:

  • tilbúgving
  • rannsóknararbeiði
  • SSP og fyribyrgjandi arbeiði
  • hundaførari
  • kriminaltøkni
  • ferðsluløgregluarbeiði
  • KT-rannsóknararbeiði
  • Reaktiónspatruljan (spesialpatrulja)

Meiri kunning

Føroya Politi  

Politiskolen 

Lestrartíð: 2 ár og 4 mðr.
Umsóknarfreist:
Upptøka er eftir tørvi.
Lýst verður eftir næmingum á Facebooksíðuni hjá "Føroya Politi" og á starv.fo
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: