|
kr./mðr.
|
mðr./ár
|
Hægri lestur og førleikagevandi útbúgving
|
||
Studningur | 4.605 | 12 |
Lán | 2.583 | 12 |
Miðnám
|
||
Lægri studningur á miðnámi | 1.962 | 11 |
Hægri studningur á miðnámi (uppihaldarar) | 4.073 | 12 |
Lán | 2.583 | 11/12 |
Endalán | 6.999 | 11 |
Bókastudningur | 3.887 (útgoldin fyrst í skúlaárinum) | |
Vistarhaldsstudningur | 2.716 | 11 |
Barnastudningur | 1.067 | 11/12 |
Studningur til einsamallar uppihaldarar | 1.636 | 12 |
Studningur ísv barnsburðarfarloyvi | 3.903 ella 4.414 | 11 |
Studningur til verkætlanir | sí upphæddir til ferðastudning | |
Skúlagjald | í mesta lagi 100.000/ár | |
Lán til skúlagjald | í mesta lagi 100.000/ár |
kr. | |
Danmark | 1.500 |
Evropa | 3.100 |
Aðrastaðni | 4.100 |
Børn hjá lesandi | Ymiskt |
Hesar fulltíðarútbúgvingar í Føroyum eru góðkendar til at lesandi fáa stuðul frá Studna:
Lesandi er lestrarvirkin, um tann lesandi ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum eftir ásettu lestrartíðini. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, ið eru galdandi á útbúgvingarstovninum.
Til tess at verða roknaður sum fulltíðarlesandi krevst, tá ið talan er um miðnámsútbúgvingar, stuttar vinnuførleikagevandi útbúgvingar og útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri fólk eldri enn 18 ár, at tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna. Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir 10 ár og lesandi við serligum tørvi koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey lesa í minsta lagi 16 tímar um vikuna. Fyri hægri útbúgvingar galda reglurnar um lestrarvirkni, tá ið metast skal um fulltíðarlestur. Í ivamálum tekur Studni avgerð.
Prístalsjavning er 1. august hvørt ár. Tey, ið eru 18 ár ella eldri, fáa lestrarstuðul, um tey lúka stuðulstreytirnar.
Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.
Øll lesandi á hægri útbúgvingum ella førleikagevandi útbúgvingum fáa kr. 4.605 um mánaðin.
Lesandi á miðnámi og í fólkaskúla, ið eru uppihaldarar (t.e. gift ella foreldur) ella kunnu skjalprógva útreiðslur av egnum húsum ella kunnu skjalprógva bústaðarleigu, fáa kr. 4.073 um mánaðin.
Øll onnur á miðnámi fáa kr. 1.062 um mánaðin.
Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.
Tey, ið eru undir 18 ár, fáa bókastudning. Harafturat ber til hjá nøkrum av teimum lesandi undir 18 ár at fáa vistarhaldsstudning.
Bókastudningur verður latin lesandi, ið eru undir 18 ár fyrst í stuðulsárinum. Bókastudningurin er kr. 3.887 og verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum.
Vistarhaldsstudningurin verður latin lesandi undir 18 ár, ið eru noydd at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda studning er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimstaðarbýin/bygdina og skúlabýin/ bygdina er longri enn 50 km sambært almennu ásetingunum hjá Landsverki. Mánaðarligi vistarhaldsstudningurin er kr. 2.716. Til tess at fáa vistarhaldsstudningin skal Studna-leiguváttanin útfyllast á sama hátt sum hjá teimum, ið búgva til leigu. Harafturat skal tann lesandi prógva, at húsaleigan verður goldin hvønn mánað.
Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins, ferðast ókeypis aftur og fram í skúla í mesta lagi einaferð um dagin, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Víst verður til heimasíðuna www.ssl.fo hjá Strandfarskipum landsins, tá ið søkjast skal um ferðastuðulin innanoyggja.
Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir fyri hvønn barnsburð.
Tann lesandi skal búgva saman við barninum, um tann lesandi skal fáa farloyvisstudningin, og bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa farloyvisstudningin úr skipanini.
Barnsburðarfarloyvisskipanin gevur foreldrunum somu rættindi. Bæði tann lesandi móðirin og lesandi faðirin kunnu fara í farloyvi treytað av, at tey ikki eru í farloyvisskipanini samstundis. Við øðrum orðum fylgir farloyvisstudningurin barninum, sama um tað er móðirin ella faðirin, ið velur at fara í farloyvi. Foreldrini avgera sjálv, hvussu tey býta farloyvið millum sín.
Barnastudningurin verður veittur lesandi, ið hava uppihaldsskyldur av børnum, ið eru undir 18 ár. Bara tey, ið eiga ella hava ættleitt børnini, hava uppihaldsskyldur. Barnastudningurin er kr. 1.067 um mánaðin fyri hvørt barnið. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bara annar søkja um barnastudningin. Barnastudningurin verður bara latin tí, ið býr saman við barninum. Dóps- ella navnabræv hjá barni/børnum skal fylgja við saman við p-talinum. Skjalprógv frá kommunu um, at barn/børn búgva hjá stuðulsmóttakara, skal eisini fylgja við. Við barnsburð verður barnastudningurin fyrstu ferð veittur sama mánað, sum barnið er føtt.
Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoytið til einsamallar uppihaldarar frá almannaverkinum. Studningurin til einsamallar uppihaldarar er kr. 1.636 um mánaðin. Til einsamallar uppihaldarar verður stuðul fyri fyrstu ferð veittur í juli-mánað.
Vanligi mánaðarligi studningurin verður inntøkujavnaður, um mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan fer upp um kr. 20.000. Fyri hvørjar kr. 1.000, mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan er hægri enn kr. 20.000, lækkar studningurin 10%. Vilt tú hava fleiri upplýsingar um inntøkujavningina, les so meira um hetta á heimasíðuni www.studni.fo.
Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Tó verður stuðul veittur teimum, ið lesa hægri lestur, einsamøllum uppihaldarum og aspirantum í 12 mánaðir í útbúgvingartíðini. Lestrarhálvurnar eru frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni. Stuðul fæst frá teirri lestrarhálvuni, tá ið søkt verður, t.e., at umsóknarfreistin fyri eina útbúgving, ið byrjar í august mánaði er 31. desember sama ár. Verður søkt t.d. í mars mánaði árið eftir, fæst bara stuðul frá januar mánaði.
Møguligar broytingar í stuðulsviðurskiftum skulu vera Studna í hendi innan 20. í hvørjum mánaði. Tó skulu broytingar í desember mánaði latast Studna innan 14. desember.
Studni flytur studning og lestrarlán á kontu í føroyskum peningastovni seinast í hvørjum mánaði.
Lesandi á miðnámsútbúgvingum, vinnuførleikagevandi útbúgvingum ella á útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin.
Lesandi á hægri útbúgvingum fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har lesandi hevur fingið vanligan mánaðarligan lestrarstuðul frá Studna ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar. Studni kann leingja stuðulstíðina 2 ár, um tann lesandi ikki hevur miðnámsútbúgving.
Studni kann gera undantak frá regluni um áramál, um lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving, ella um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a.
Tá ið tú ert 18 ár, kanst tú søkja um at fáa lestrarlán frá Studna. Lánið verður útgoldið eina ferð um mánaðin saman við studninginum.
Lánið verður útgoldið eina ferð um mánaðin saman við studninginum. Lánsupphæddin er í mesta lagi kr. 2.583 um mánaðin.
Lán kann bert søkjast fyri eitt stuðulsár í senn. Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Fyri at fáa lánið fyri inniverandi stuðulsár skal skuldarbrævið vera okkum í hendi innan 15. juni. Tú avgert sjálv/ur upphæddina, men størsta upphæddin er kr. 28.413 um árið fyri lesandi á miðnámi og 30.996 kr. fyri lesandi á hægri og vinnuførleikagevandi útbúgvingum og einsamøllum uppihaldarum, sum eru framhaldslesandi.
Søkir tú t.d. um fult lán í byrjanini av skúlaárinum, verður lánið útgoldið yvir 11 mánaðir frá august til juni árið eftir, so hvørt sum stuðulsárið rennur - 1/11 hvønn mánað.
Søkir tú t.d. ikki um lán fyrrenn í juni, hevur tú møguleika at fáa alt lánið útgoldið síðst í juni.
Lesandi, ið eftir vanligu reglunum hevur fingið tann stuðul, ið kann fáast frá Studna, kann søkja um at fáa endalán, í mesta lagi kr. 6.999 um mánaðin í 11 mánaðir. Treytin fyri at fáa endalán er, at tann lesandi tekur eina hægri útbúgving, er lestrarvirkin, og at avvarðandi lærustovnur kann vátta, at tann lesandi er førur fyri at gera útbúgvingina lidna innan 1 ár. Afturgjaldstreytirnar fyri hetta lán eru tær somu sum fyri vanliga lestrarlánið.
Tann lesandi fer vanliga undir at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár eftir, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin ella steðgað. Útbúgvingin verður ikki søgd at vera lokin, um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving fer undir eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin upp aftur innan fyri somu tíðarfreist.
Lestrarlán verður rentað 2% p.a. í útbúgvingartíðini. Eftir lokna útbúgving verða lestrarlán rentað 3% yvir diskontuni. Diskontan er í løtuni 0,00 %. Lestrarlán kann í mesta lagi vera kr. 2.515 um mánaðin.
Studni ásetur afturgjaldsupphæddina eftir samlaðu skuldini. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi vera kr. 300 um mánaðin.
Ferðastudningur til verkætlan er ætlaður at stuðla lesandi føroyingum á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum. Les um treytir og mannagongd her.
Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.
Umsóknarbøð til stuðul frá Studna er her.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum