Fyri at verða tikin upp sum stakgreinalesandi skalt tú vera fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar, og lúka fakligu fortreytirnar í lærugreinunum, sum tú innskrivar teg til.
Innskrivingin fer fram her.
Tú skalt venda tær til tann skúlan, har tú ynskir at fylgja undirvísingini, og tosa við lestrarvegleiðara um upptøku.
Stakgreinalesandi verða tikin upp, í tann mun pláss er á skeiðunum. Seinasta freist at innskriva seg
sum stakgreinalesandi er 25. juni í tí ári, tú ynskir at byrja undirvísingina.
Tað ber til sum sjálvlesandi at fyrireika seg til gymnasiala miðnámsskúlapróvtøku. Í hesum føri skalt tú tosa við lestrarvegleiðara á skúlanum, har tú ætlar at fara til próvtøku, m.a. fyri at verða kunnað/ur um tað fakliga innihaldið í lærugreinunum, pensumkrøv og próvtøkukrøv.
Í lærugreinunum alisfrøði, evnafrøði, ítrótti og lívfrøði skalt tú hava fylgt starvsstovuskeiðunum í lærugreinini, sum tú ætlar tær til próvtøku í.
Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer
fram í seinasta lagi 15. mars í tí skúla, tú ynskir at fara til próvtøku á.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum