Søk um upptøku her

Umsóknarfreist: 14. juni
Tal av upptiknum næmingum: 15-20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarkostnaður: kr. 24.000

Ískoytisútbúgving til námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

B.Ed.

Endamálið við útbúgvingini er at geva fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, sum eru útbúnir eftir eldri skipanum, ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg og harvið uppstiga teirra útbúgvingar
til bachelor.

Um útbúgvingina

Ískoytisútbúgvingin er parttíðarlestur og snýr seg um vísindaástøði, akademisk háttaløg og skriving av BEd-ritgerð.

Útbúgvingin leggur seg eftir at knýta akademiskar førleikar at námsfrøðiligu útbúgvingunum, sum tey
lesandi hava frammanundan. Námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar lesa saman og samstarva tvørtur um starvsøki.

Skipan av útbúgvingini

Ískoytisútbúgvingin til bachelor verður skipað í  trimum modulum, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.

  1. Vísindaástøði og háttaløg, 5 ECTS (4 vikuskifti).
  2. Akademisk háttaløg við sjálvvaldum evni, 10 ECTS (6 vikuskifti).
  3. BEd-verkætlan (4 tímar munnlig vegleiðing).

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er antin lærara- ella námsfrøðingaprógv.

Framhaldandi útbúgving

Við ískoytisprógvi til BEd ber til at søkja um atgongd til MEd-lestur, umframt onnur nám á masterstigi bæði á Fróðskaparsetri Føroya og á universitetum uttanlands.

Meira kunning

Til ber at venda til nad@setur.fo ella til Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara á Námsvísindadeildini, paulinap@setur.fo, +298 299414.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya.

Søk um upptøku her

Umsóknarfreist: 14. juni

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum