Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisakademiútbúgving

Tænastubúskapur

Útbúgvingini er ætlað teimum, sum ynskja eina yrkisleið innan tænastuvinnuna.

Tú lærir tænastudesign og menning innan uppliving, sum gevur tær førleikar at arbeiða innan tænastuvinnuna t.d. á hotellum, matstovum, ferðaskrivstovum, flogfeløgum, innan ítrótt á søvnum og á almennum stovnum.

Um útbúgvingina

Glasir samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið "Servicesøkonom". Fyri tann lesandi merkir hettar fyrst og fremst at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur.

Høvuðsevnini eru:

·         Tænasta og upplivingar

·         Virkisfatan

·         Samstarv og relatiónir

·         Virkismenning

Av teimum 120 ECTS stigunum hoyra 70 ECTS til tann kravda (obligatoriska) partin, meðan tey valfríu útbúgvingarevnini telja tilsamans 20 ECTS. 

At enda telja starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan tilsamans 30 ECTS.

Talvan niðanfyri vísir yvirlit yvir útbúgvingarøkini:

Útbúgvingarøkini

Úbúgvingarøki 1. lestrarár 2. lestrarár
Tænasta og uppliving 15 ECTS  
Virkisfatan 15 ECTS  
Samstarv og relatiónir 15 ECTS  
Virkismenning   25 ECTS
Vallærugrein 15 ECTS 5 ECTS
Praktik   15 ECTS
Endaliga próvtøku verkætlan    15 ECTS
Tilsamans 60 ECTS 60 ECTS

Til ber at lesa námsætlanina (studieordning) her.

Upptøkutreytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í Tænastubúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  • gymnasiala miðnámsútbúgving, við Støddfrøði C ella Virkisbúskapi/vinnubúskapi C 
  • ella eina viðkomandi yrkisútbúgving

Framtíðar útbúgving møguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at søkja inn á hesar professiónsbachelor útbúgvingarnar á akademinum CPH Business i Keypmannahavn t.d.:

  • International hospitality management
  • Sportsmanagement
  • International handel og markedsføring
  • Innovatión og Íverksetan

Á Glasi ber til at lesa professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum