Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juni. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisakademiútbúgving

Marknaðarførslubúskapur

Við hesi útbúgving styrkir tú tíni evni at menna loysnir og vísa tær í verki í sambandi við stór og altjóða virki, men eisini í sambandi við egið virki. Førleikarnir fevna um evni at arbeiða við marknaðar­førslu, innanhýsis og uttanhýsis marknaðarsamskifti – eisini talgildari marknaðar­førslu og búskapi sum heild, harímillum at meta um búskaparligar fylgjur av marknaðarførslu­átøkum.

Endamálið við marknaðarførsluútbúgvingini er at geva tí lesandi førleikan sjálvstøðugt at arbeiða við at greina, leggja til rættis og gjøgnumføra loysnir innan marknaðarføring í breiðum høpi í handils-, framleiðslu- og tænastufyritøkum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Um útbúgvingina

Glasir í Marknagili samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn um útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Markedsføringsøkonom. Fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Høvuðsevnini eru altjóða marknaðarførslu og søla, búskaparstýring og altjóða búskapur, samskifti, fyriskipan og leiðsla, umframt altjóða vinnulívsrætt.

Undirvíst verður á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur. Undirvísingin tekur støði í ítøkiligum dømum hjá fyritøkum.

Ein partur av útbúgvingini er starvsvenjing í tríggir mánaðir, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan marknaðarførslubúskap.Til ber at fara uttanlands í starvsvenjing.

Av teimum 120 ECTS stigunum, hoyra 70 ECTS til tann kravda (obligatoriska) partin, sum svarar til kjarnuøkini, meðan tey valfríu útbúgvingarevnini telja tilsamans 20 ECTS. At enda telja starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan tilsamans 30 ECTS.

Øll útbúgvingarevni, endaliga verkætlanin íroknað, verða dømd eftir galdandi reglum fyri próvtøkur í útbúgvingini. Eitt útbúgvingarevni er staðið, um próvtalið í minsta lagi er 02.

Til ber at lesa meiri um útbúgvingina og uppbygnaðin við at lesa námsætlanina her 

Upptøkutreytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í marknaðarførslubúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið gymnasialt miðnám, yrkisútbúgving innan handil og skrivstovu ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving.

Harafturat krevst, at umsøkjari hevur staðið enskt á C-stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap á B-stigi.

Framtíðarmøguleikar

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum professiónbachelor innan t.d.:

●       altjóða handil og marknaðarførslu

●       ítróttastýring (sportsmanagement)

●       innovatión og íverkssetan

●       altjóða tænastuleiðslu (hospitality management).

Glasir hevur samstarv við Copenhagen Business Academy í Keypmanna­havn, sum merkir, at ein próvtøka innan marknaðarførslubúskap í Føroyum verður javnsett við samsvarandi danska útbúgving, tá søkt verður inn á nevndu professiónsbachelorútbúgvingar í Danmark.

Samstarv millum Glasir og Fróðskaparsetur Føroya ger, at søkjast kann um frítøku frá ávísum lærugreinum á búskaparútbúgvingini á bachelor stigi á Setrinum.

Samstarv við Århus Universitet ger, at søkjast kann inn á HD seinna part við fjarlestri í Føroyum, um ávís evni verða vald í útbúgvingini og tú hevur 2 ára vinnuroyndir. Møguleiki er eisini at søkja um lutvísa frítøku í sambandi við HA-lestur.

Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og uttanlands. 

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juni. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum