Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juni. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisakademiútbúgving

Framleiðslutøkningur

Undir útbúgvingini til framleiðslutøkning lærir tú m.a. at stovna og leiða eina fyritøku, samskifta innan- og uttanhýsis, greina trupulleikar og finna heildarloysnir, at gera uppskot um at fáa sum mest burtur úr framleiðsluni og at menna starvsfólk.

Eisini lærir tú um tøkni, at finna praktiskar loysnir,  um innovatión og at hava dagligt samskifti við ymiskar yrkisbólkar.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er skipað soleiðis:

1. hálvár og 2. hálvár 
Lærugreinirnar eru tekniforrit, støddfrøði, bygging, virkistøkni, umhvørvislæru, náttúrulæru og sjálvvirkni (automatikkur). 

3. hálvár
Lærugreinirnar eru vørumenning ella framleiðslu- og mannagongdar menning

4. hálvár
Starvsvenjing og høvuðsuppgáva

Høvuðsevnini í útbúgvingini eru:

  • Tekniforrit
  • Støddfrøði
  • Konstruktión
  • Virkistøkni
  • Umhvørvislæru
  • Náttúrulæru og sjálvvirkni (automatikkur)

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst antin miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving (húsasmiður, snikkari, múrari, elektrikari o.a). Skúlin kann í serstøkum føri geva undantaksloyvi.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur førleikar til at arbeiða á teknistovu (tekning/dimensionering), við goymsluleiðslu og stýring, við innkeypi, við góðsku- og umhvørvisspurningum, ráðlegging og innan oljuvinnu.

Harafturat hevur framleiðslutøkningurin førleika at starvast hjá ráðgevandi virkjum (arkitektum og verkfrøðingum), ídnaðar- og framleiðsluvirkjum, skipasmiðjum, ymiskum verkstøðum (maskin- og bilverkstøðum o.ø.) og í alivinnuni.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       professiónbachelor í vørumenning og tøkniligari sameining (tekniskt integration)

●       maskinverkfrøðingur

Meiri kunning

Glasir - www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juni. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum