Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisakademiútbúgving

Fíggjarbúskapur

Utbúgvingin gevur amboð og førleikar, sum tú kanst brúka bæði í almennu og privatu vinnuni m.a. innan banka- ella tryggingarvinnuna, ognarsølu og ráðgevingarvirksemi.

Endamálið við útbúgvingini er at geva førleikar til sjálvstøðugt at leggja til rættis, skipa og gjøgnumføra uppgávu innan fíggingarøkið, kapitalnýtslu, trygging, ognarsølu og ognarumsiting.

Um útbúgvingina

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur dent á innovatión og entreprenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir í starvsvenjing, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur ein fíggjarligan profil. Tað ber til at fara uttanlands í starvsvenjing. 

Lærugreinarnar eru:

  • Fíggjarligt virksemi og marknaður (20 ECTS)
  • Vinnubúskapur (15 ECTS)
  • Vinnulívsrættur(10 ECTS)
  • Samfelagsbúskapur (10 ECTS)
  • Hagfrøði og háttalæra (10 ECTS)
  • Kundasamband (5 ECTS)
  • Privatbúskapur (5 ECTS)
  • Samskifti (5 ECTS)

Lærugreinir, verða her nevnd kjarnuøki, og sipað verður til tey átta økini, sum eru nevnd niðanfyri. Harafturat koma útbúgvingarevnini, har arbeitt verður tvørtur um fakligu mørkini í kjarnuøkjunum.Av teimum 120 ECTS stigunum hoyra 80 ECTS til tann kravda partin, sum svarar til kjarnuøkini, meðan tey valfríu útbúgvingarevnini telja tilsamans 10 ECTS. At enda telja starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan tilsamans 30 ECTS.

Øll útbúgvingarevni, endaliga verkætlanin íroknað, verða dømd eftir galdandi reglum fyri próvtøkur í útbúgvingini. Eitt útbúgvingarevni er staðið, um próvtalið í minsta lagi er 02.

Til ber at lesa meiri um útbúgvingina og uppbygnaðin við at lesa námsætlanina her

Upptøkutreytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í fíggjarbúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving innan handil og skrivstovu ella aðra viðkomandi yrkis­útbúgving.

Harafturat krevst, at umsøkjari hevur staðið enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap/vinnubúskap á B stigi.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur førleikar at arbeiða í banka, við húsasølu, í tryggingar- og eftirlønar felag, sum grannskoðari og innan ráðgevingarvirksemi.

Útbúgvingin gevur tær møguleika at søkja inn á hesar professiónsbachelor útbúgvingarnar:

●       altjóða handil og marknaðarførsla

●       ítróttastýring (sportsmanagement)

Glasir hevur samstarv við CPH Business í Keypmannahavn, sum merkir, at ein próvtøka innan fíggjarbúskap í Føroyum verður javnsett við samsvarandi danska útbúgving Finansøkonom, tá søkt verður inn á nevndu professiónsbachelorútbúgvingar í Danmark.

Samstarv millum Glasir og Fróðskaparsetur Føroya ger, at søkjast kann um frítøku frá ávísum lærugreinum á búskaparútbúgvingini á bachelor stigi á Setrinum.

Samstarv við Århus Universitet ger, at søkjast kann inn á HD seinna part við fjarlestri í Føroyum, um ávís evni verða vald í útbúgvingini og tú hevur 2 árs vinnuroyndir. Til ber eisini at søkja um lutvísa frítøku í sambandi við HA lestur. Eisini er møguleiki fyri at taka ymsar bachelor útbúgvingar.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum