Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: Hálvan august
Umsóknarfreist: 1. juni. Tað er ikki avgjørt nær upptøka av næmingum er næstu ferð. Spyr teg fyri á Glasi!

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisakademiútbúgving

Byggitøkningur

Útbúgvingin er viðkomandi fyri tann, ið hevur áhuga í at arbeiða við byggiverkætlanum. Útbúgvingin gevur førleikar at leggja byggjarí til rættis og at samstarva við arkitektar, entreprenørar og handverkarar.  

Tú lærir um ymsu byggistigini og fært inlit í stigini frá hugskoti til klárt er at byggja.  

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er á sama støði sum tann danska útbúgvingin “byggetekniker“.  Glasir hevur tætt samstarv og eina samstarvsavtalu við VIA University Horsens. 

Útbúgvingin er fyrsta 1½ árið av professiónsbachelorútbúgvingini byggifrøðingur, ið tekur 2 ár aftur at byggitøkni. Av hesum báðum árunum kanst tú taka tað seinna árið í Føroyum.

Útbúgvingin er skipað soleiðis: 

1. hálvár
Yvirskipaða evnið 1. hálvárið er sethús í einum-tveimum plani og er eyðkent við verkætlanararbeiði.

2. hálvár
Yvirskipaða evnið 2. hálvárið er sethús í 2-3 hæddum og er eisini eyðkent við verkætlanararbeiði.

3. hálvár
Yvirskipaða evnið 3. hálvárið er virkis bygningar.

4. hálvár
Yvirskipaða evnið 4. hálvárið er høvuðsuppgáva og sergrein ella praktikk.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst antin miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving (húsasmiður, snikkari, múrari, elektrikari o.a). Skúlin kann í serstøkum føri geva undantaksloyvi.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum t.d. hjá ráðgevandi arkitektum og verkfrøðingum í byggivinnuni, hjá kommunum ella hjá virkjum, ið framleiða byggitilfar ella til framhaldslestur til professiónsbachelorútbúgvingina sum byggifrøðingur í Danmark.

Byggitøkningur er fyrsta 1½ årið av bachelorútbúgvingini, byggifrøðingur. Framhaldslesnaðurin tekur 2 ár og av teimun 2 árunum ber til at taka 3 og 4 lestrarhálvár (t.e. 6. og 7. lestrarhálvár av samlaðu útbúgvingini) í Føroyum, 6. lestrarhálva er praktikk og 7. lestrarhálva er tann
endaliga bachelor verkætlanin.

Velur tú hesa loysnina, verður endaliga próvtøkan hildin í Føroyum saman við donskum og føroyskum próvdómarum.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: Hálvan august
Umsóknarfreist: 1. juni. Tað er ikki avgjørt nær upptøka av næmingum er næstu ferð. Spyr teg fyri á Glasi!

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum