Lestrartíð: 3

Ph.d.

Ph.d.-lestur og stuðulsmøguleikar

Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (tað er doktari í filosofi). Hetta er ein 3 ára granskara­útbúgving, sum er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingar­stovnum. Eisini fleiri virki, serliga tey, sum arbeiða við at menna nýggjar vørur og tænastur, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv.

Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv hjá einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki og innskrivað til lestur á einum universiteti. Til ber at søkja um at verða inn­skrivaður til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Í sambandi við umsóknir um stuðul og annað verður hetta 3 ára skeiðið og arbeiðið vanliga kallað ein ph.d.-verkætlan ella ein granskara­útbúgving.

3 ára ph.d.-útbúgving byggir oman á 3 ára bachelor og 2 ára master útbúgving og verður ofta kallað 3+2+3. Kandidatparturin er við í ph.d.-partinum.
Granskingarráðið brúkar fittan part av árligu játtanini í Granskingargrunninum til at stuðla ph.d.-verkætlanum. Talan er um lutvísan stuðul, í mesta lagi 2/3 av samlaða kostnaðinum. Granskingarráðið stuðlar bæði ph.d.-verkætlanum í Føroyum og uttanlands.

Hvar ber til at søkja sær ráð?

Hugsar tú um at fara undir ph.d.-lestur, mást tú bæði hugsa um fakliga, fíggjarliga og sosiala partin.

Í fakliga partinum eigur tú at seta teg í samband við leiðsluna ella ein viðkomandi granskara á Fróðskaparsetrinum ella einum av hinum granskingarstovnunum í Føroyum, um tað er her, tú kundi hugsað tær at arbeitt. Undir øllum umstøðum er tað skilagott at hava samband við føroyska granskingarumhvørvið, eisini um tú fert undir ph.d.-arbeiði uttanlands.

Í fíggjarliga partinum er møguleiki at søkja stuðul úr Granskingargrunninum. Er evnið innan fiskivinnu, ber eisini til at søkja stuðul frá Fiskivinnuroyndum. Ofta er skilagott at søkja fígging frá fleiri keldum, tí tá er oftast lættari at fáa til vega neyðugu fíggingina. Spyr teg fyri hjá øðrum ph.d.-lesandi ella hjá Granskingarráðnum og granskingarstovnunum um henda partin.

Í sosiala partinum eigur tú at hugsa um, hvat granskingarumhvørvi er best at knýta seg at. Aftur her er tað gott at spyrja seg fyri á granskingarstovnunum og hjá øðrum ph.d.-lesandi. Fróðskaparfelagið kann verða gott at seta seg í samband við til tess at fáa ráð og vegleiðing. Hetta er eitt áhugafelag fyri føroyskar granskarar og granskingaráhugað. Til ber at lesa meira á www.frodskaparfelag.fo.

Les um umsóknarblað, krøv og vegleiðing her

Lestrartíð: 3

Fylg okkum