Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: Føroyingar og norðurlendingar 1. mai. Altjóða umsøkjarar 1. februar
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 25 íalt herav 12 føroysk, 5 norðurlendsk og 8 altjóða lesandi

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Lesnaðurin er ókeypis fyri Føroyingar, norðurlendingar og lesandi úr ES/EBS londum

Master

West Nordic Studies

M.S.Sc.

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva kandidatar, sum skilja og eru førir fyri at greiða fløktu avbjóðingarnar, sum útjaðarin í útnorðri hevur sum partur av arktiska økinum.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur vitan um Útnorður og førleikar til at viðgera viðkomandi nútíðar evni og søguligu menningini í mun til høvuðavbjóðingar í Útnorði í dag, serstakliga í samband við veðurlag, umhvørvi og burðardygd. 

Útbúgvingin er skipað sum samstarv millum Ilisimatusarfik í Nuuk, Háskólann á Akureyri, Háskóla Íslands í Reykjavík, Universitetet i Nord í Bodø og Fróðskaparsetur Føroya.

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya kunnu seta skeið saman frá teimum fimm samstarvs­universitetunum og soleiðis skraddaraseyma sína egnu útgávu, tó er fakið „Introduction to Circumpolar Studies“ í Akureyri kravt. Til ber at lesa uttanlands í fyrstu, aðru og triðju lestrarhálvu. Minstakravið frá Fróðskaparsetri Føroya er tvey skeið (20 ECTS) umframt masterritgerðina (30 ECTS). Minstakravið frá samstarvsuniversitetunum er 30 ECTS í valfríum skeiðum.

Fróðskaparsetrið bjóðar í minsta lagi fýra kjarnuskeið. Hesi skeiðini verða øll boðin út í heysthálvuni. Eisini ber til at velja at gera verkætlan innan Green Student-House (Lindbergs Hús). Tað er eisini møguligt at fremja sonevnda praksislæru (25 ECTS) í øllum lestrarhálvum. 

Niðanfyri er dømi um lestrargongd:

Fyrsta lestrarhálva er innleiðsluskeið til útbúgvingina ,sum er á universitetinum á Akureyri, tá ið lestrarhálvan byrjar. Restina av lestrarhálvuni kanst tú antin:

a)  taka tvey skeið á Fróðskaparsetrinum (20 ECTS): tvey kjarnaskeið ella eitt kjarnaskeið og eitt valfrítt skeið ella

b) taka skeið við universitetið í Akureyri (20 ECTS).

Onnur lestrarhálva verður tikin uttanlands.

Triðju lestrarhálvuna tekur tú á Fróðskaparsetrinum ella á einum samstarvsuniversiteti saman við lesandi frá samstarvsuniversitetunum (30 ECTS) trý kjarnaskeið, ella tvey kjarna­skeið og eitt valfrítt skeið ella eitt kjarnaskeið og tvey valfrí skeið (alt eftir hvat ein hevur tikið frammanundan). Praksislæra og vallærugrein er eisini ein møguleiki.

Fjórðu lestrarhálvu verður masterritgerð skrivað (30 ECTS), og tú tekur tá eitt kravt skeið um at skriva ritgerð.

Felags meginreglur fyri kjarnaskeið eru 40–45 tíma undirvísing, íroknað gestafyrilestrar hjá vitjandi granskarum og fólki við arbeiðsroyndum á økinum, umframt vitjanir á viðkomandi stovnum. Skeiðini, sum verða boðin út, umboða gransking, sum fer fram á viðkomandi universiteti.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst:

a) Útbúgvingarligar førleikar

●       Bachelorútbúgving í samfelagsfrøði; ella

●       Bachelorútbúgving við í minsta lagi 60 ECTS-stigum innan samfelagsfrøðiliga økið, umframt at bacheloruppgávan er um eitt samfelagsfrøðiligt evni; ella

●       Útbúgving á samsvarandi stigi umframt minst trý ár av starvsroyndum innan almenna fyriskipan ella burðardygga leiðslu í útnorðri; og

b) Málsligar førleikar

●       Førleikar í enskum máli, ið samsvara við B-stig í føroyskum miðnámsskúla ella øðrum miðnámsskúla; ella

●       Prógv fyri lokna TOEFL roynd (í minsta lagi 550 stig í pappírsroyndini ella 80 stig í internetroyndini) ella IELTS roynd (í minsta lagi 6.0).

Starvsmøguleikar

Master í West Nordic Studies gevur førleika til at kunna taka við størvum í fyrisiting, við analysu og kunning innan almenna fyrisiting, í privatum fyritøkum og felagsskapum, ið virka í einum altjóða høpi.

Framhaldandi útbúgving

Master í í west Nordic Studies gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Hallberu West, undirvísingarleiðara, hallberaw@setur.fo, tel. 292603.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: Føroyingar og norðurlendingar 1. mai. Altjóða umsøkjarar 1. februar

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum