Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200/ECTS

Master

Sosialvísind og samfelagsplanlegging - masterlæra

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, samstundis er eisini fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur førleikar í at seta kritiskar spurningar, í gjølliga at greina ymisk samfelagsviðkomandi evni og at framleiða viðkomandi vitan innan sítt fakøki. Útbúgvingin tekur menniskjans samanspæl við samfelagsins strukturar og stovnar til viðgerðar, og hvussu intentionel samfelagslig menning skapast, hetta grundað í felags avgerðum og virðum.

Útbúgvingin tekur tvey ár. Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á teori og metodu innan sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi, m.a. saman við øðrum lesandi og vísindastarvsfólkum, kemur at arbeiða við ávísari granskingarverkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, granskar tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við atknýttari vegleiðing.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

 

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

Metodologi I

10 ECTS

Uppihald á
útlendskum
universiteti

30 ECTS

Praksislæra /
phronetikum

25 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

Fakskeið

10 ECTS

Metodologi II

5 ECTS

Masterlæru-
verkætlan

10 ECTS

 

Nógv av samskiftinum fer fram á enskum / skandinaviskum máli, herundir uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á stovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Munnligar royndir er grundaðar á temaseminar, workshops o.l. Serritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Til at verað upptikin krevst Bachelor prógv í søgu ella samfelagsvísindi, har royndir við problemorientering og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Starvsmøguleikar

Master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging gevur førleika til at kunna starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna sektorin í samfelagnum.

Framhaldandi útbúgving

Master í sosialvísindum og samfelagsplanleggingpolitikki gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara erikah@setur.fo, tlf 292597.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum