Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 8
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Bachelor

Vistfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Biological Ecology

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan vistfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur fakligar lív- og vistfrøðiligar førleikar. Á vistfrøði útbúgvingini arbeiðir tú til dømis við fiskastovnum og stovnsrøkt, føðslugrundarlagnum í havinum og við vistfrøði á landi.

Tú fært høvi at kanna árinini av alheimsupphitingini á sjógvi og landi, umframt at lýsa ymisk sløg av dálking og hvussu dálkingin ávirkar menniskju, djór, plantur og smáverur.

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum liva í Føroyum.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina vistfrøðiligar spurningar og greiðsluevni. Rá kanningarúrslit verða tulkað og sett í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.

Skipan av útbúgvingini

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið. 

Fyrsta hálvtannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Eftir  hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.

Yvirlit - lestrarhálvur og lærugreinar 

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

Lívrunnin
evnafrøði

Jørð, hav
& luft

Havlívfrøði I

Feltskeið
í vistfrøði

Havlívfrøði II

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

Almenn
lívfrøði II

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

Arvalæra 

Fiskifrøði 

 

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

Almenn
lívfrøði III

Vistfrøði
á landi

Rannsóknar-
ætlan og
dátugreining  

Eiturfrøði  

Bachelor-
verkætlan

Almenn
lívfrøði I

Lívevnafrøði

Smáveru-
lívfrøði

Eiturvistfrøði
og dálking

Veðurlags-
broytingar
og árin á
plantur og
djór

 

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.

Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalinum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv í alisfrøði, støddfrøði og evnafrøði á B-stigi.

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða t.d. sum umhvørvisráðgevi t.d. innan burðardygga menning, á granskingarstovnum, sum vísindajournalistur og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina nvd-studvegl@setur.fo ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari jonrith@setur.fo.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 8
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS