Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 40

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Sjúkrarøktarfrøði

B.Sc.

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika eftir lokna útbúgving at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samstarvi.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika.

Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing á Setrinum samanlagt í 2½ ár og kliniska undir­vísing samanlagt í 1½ ár á ymsum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar- og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.

Útbúgvingin er skipað í 16 eindir. Eind 1 – 14 eru 15 ECTS. Eind 15 er 10 ECTS  og Eind 16 er 20 ECTS.

Lestrarárið byrjar í viku 34 og endar í viku 25. Summarfrí er í juli og august. Broytingar kunnu koma fyri orsakað av fastløgdum feriudøgum. Lesandi verða kunnað, áðrenn lestrarárið byrjar.

1 vika er 1,5 ECTS. Arbeiðsbyrðan hjá lesandi er roknað at vera í minsta lagi 40 tímar um vikuna.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.

Yvirlit - tíðarskeið, eindir og lærugreinar
 

februar-apríl
Vika 5-14

apríl-juni
Vika 16-25

summarfrí
Vika 26-33

september-
november

Vika 34-43

november-
januar

Vika 45-3

 

 

 

Eind 1 (15 Á)

Eind 2  (14Á + 1K)

 

 

 

Mannakroppur

Grundleggjandi 
tørvir

Eind 3 (13Á + 2K)

Eind 4 (9Á + 6K)

 

Eind 5 (15K)

Eind 6 (14Á + 1K)

Sjúkrarøkt til fólk 
við somatiskari 
sjúku (A)

Sjúkrarøkt til fólk 
við somatiskari 
sjúku (B)

Sjúkrarøkt til fólk 
við somatiskari 
sjúku (Klinikk)

Sjúkrarøkt til børn o
g familju

Eind 7 (7Á + 8K)

Eind 8 (3Á+12K)

Eind 9 (12Á + 3K)

Eind 10 (12Á + 3K)

Sjúkrarøkt til eldri.
Sjúkrarøkt til 
varandi sjúk. (A)
Endurmenning.

Sjúkrarøkt til eldri.
Sjúkrarøkt til 
varandi sjúk. (B)
Endurmenning.

 

Heilsufremjandi og 
fyribyrgjandi sjúkrarøkt
í samfelagsligum høpi

Sjúkrarøkt til bráð- 
og álvarsliga sjúk.
Alternativ røkt 
og viðgerð.
Linnandi sjúkrarøkt.

Eind 11 (15 Á)

Eind 12 (3Á + 12K)

Eind 13 (6 Á + 9 K)

Eind 14 (15 K)

Menning og 
góðskutrygging.
Valfrítt evni í 
sjúkrarøkt – 
verkætlan.

Sjúkrarøkt til 
menniskju við 
sálarligum sjúkum

 

Relatiónin millum 
sjúkrarøktarfrøðing 
og sjúkling í stutta 
møtinum

Sjúkrarøkt og 
sjálvstøðug yrkisútinnan 
og leiðsla

Eind 15 (7Á + 3K)

Eind 16 (20Á)

Valfrí eind
Evni/øki í mun
til ritgerðarevni

Bachelorritgerð

 

 

 

Próvtøkur

Hvør eind endar við próvtøku.

Próvtøkurnar eru skipaðir sum skrivligar próvtøkur, skrivligar próvtøkur við munnligari próvhoyring/framløgu, skrivligar próvtøkur við praktiska útinnan og munnligari próvhoyring.

Kliniskir førleikar verða mettir við støðumeti.

Útbúgvingin endar við skrivligari bachelor ritgerð.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin á útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á bachelorstigi krevst gymnasialt miðnámsprógv við nóg góðum miðaltali.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í september, skal skeiðið takast umaftur. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn farið verður undir skúlaárið. Lesandi rinda skeiðskostnaðin.

Starvsmøguleikar

Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldrum og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.

Framhaldandi útbúgving

BSc lesturin gevur atgongd til master- ella kandidatútbúgvingar bæði innan sjúkrarøktarfrøði og á øðrum økjum.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Johild Dulavík, lestrarvegleiðara johild.dulavík@skulin.fo ella Annemi Joensen, útbúgvingarleiðara, annemij@setur.fo.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo
 

Sjúkrarøktarfrøðislesandi á Fróðskaparsetur Føroya

Alisa Joensen, 25 ár

Útbúgvingin snýr seg um menniskjað. Hvussu tað likamliga, sálarliga, andaliga og sosiala ávirkar heilsu, avlamni og tað at vera doyggjandi. ”

Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?

Um man ynskir at arbeiða við menniskjum, ikki er bangin fyri avbjóðingum og veruliga vil gera mun, so haldi eg, at hetta er ein ordiliga góð útbúgving og harafturat er útbúgvingin so fjølbroytt, at tú kanst arbeiða allastaðni í verðini”.
 


 

Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum