Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 35

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Námsfrøðiligt arbeiði

B.Ed.

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi yrkisførleika til eftir lokna útbúgving at virka sum námsfrøðingur á barnaansingar-, frítíðar- og á serøkinum.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur yrkisførleika sum námsfrøðingur.

Fyrstu tvey lestrarárini á útbúgvingini byrja við grundfakum. 3. og 4. lestrarárið er bygt upp við linjulestur, har tann lesandi skal lesa tríggjar linjur.  Møguleiki er at taka lesa eina linju uttanlands. Í seinnu helvt av 8. hálvu verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

1. lestrarár er skipað við undirvísing í grundfakum, har ymisk vitanarøki innan menning, námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og sosialisering í sambandi við børn og ung eru á skránni. Harumframt verður undirvíst í grundleggjandi føroyskum kunnaleika.

2. lestrarár er savnað um ávís kjarnaøki. Fyrra hálvárið er savnað um serøkið, seinna hálvárið um skeiðini 1) barna- og ungdómsmentan, 2) kreativt námsfrøðiligt virksemi, 3) málmenning og mentan og 4) menniskja, stovnur og samfelag.

3. og 4. lestrarár eru linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki.

Tann lesandi skal  velja 3 av 6 møguligum linjum, sum eru:

  1. Sernámsfrøði
  2. Skúlabúgving/innskúling
  3. Heilsa, kroppur og rørsla
  4. Námsfrøðilig leiðsla
  5. Smábarnafrøði
  6. Estetiskar lærutilgongdir.

Á trimum av omanfyri nevndu linjunum, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling og námsfrøðiligari leiðslu, er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.

Í seinnu helvt av 8. hálvu verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.

Yvirlit - lestrarár, lærugreinar og ECTS stig
 

1.árið

2.árið 3.árið 4.árið

Líváskoðan og siðalæra

5 ECTS

Serøkið

25 ECTS

1. linjuval

30 ECTS

2. linjuval

30 ECTS

Føroyskt

10 ECTS

Vísindaástøði

5 ECTS

Barna- og ungdómsmentan

5 ECTS

Starvslæra

15 ECTS

Námsfrøðilig sálarfrøði

10 ECTS

Námsfrøðiligt virksemi

10 ECTS

3. linjuval

30 ECTS

Námsfrøði og frálærufrøði 

15 ECTS

Málmenning og mentan.

10 ECTS

B.ED. ritgerðin

15 ECTS

Námsfrøði og frálærufrøði 

15 ECTS

Menniskja, stovnur og samfelag

10 ECTS

 

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku.

Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara.

Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga.  Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin at lesa námsfrøði á bachelorstigi krevst gymnasialt miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Starvsmøguleikar eru innan námsfrøðiliga økið, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar spennandi avbjóðingar. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á nógvum økjum innan serøkið.

Framhaldandi lestur

B.Ed.-lesturin gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina paulinap@setur.fo ella til Anniku Antoniussen, útbúgvingarleiðara, annikaa@setur.fo.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum