Fæst her. G.G., at upptøka krevur upptøkuroynd

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS

Bachelor

Bachelor í løgføði

Eitt høvuðsendamál við útbúgvingini er at gera tað møguligt fyri føroysk lesandi at nema sær siðbundnu løgfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum.

Um útbúgvingina

Útbúgvin skulu hava nomið sær hollan kunnleika og førleika í mun til ítøkiligu rættarstøðuna innan eina røð av grundleggjandi ítøkiligum rættarøkjum, frá avtalurætti, endurgjaldsrætti, fyrisitingarrætti, familju- og arvarætti o.s.fr. Eisini skulu tey útbúnu hava nomið sær fatan av ástøðiliga grundarlagnum undir ymisku rættarøkjunum og undir lóg og løgfrøði meira alment; tey skulu eisini dyrka og menna háttalagsligar førleikar – serliga innan greining, skrivligt samskifti og argumentatión – sum hava serligan týdning fyri løgfrøðingar, ið virka í lítlum samfelag við øðrum fortreytum enn størri lond. 

Skipan av útbúgvingini

Skeiðini, sum øll eru kravd, verða flokkað soleiðis:
Dogmatisk skeið: 105 ECTS
Háttalagslig skeið: 30 ECTS
Kontekstualiserandi skeið: 25 ECTS

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lóg og rættarkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra. Flestu dogmatisku skeið taka støði í føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Familju- og arvarættur; Avtalurættur; Endurgjaldsrættur; Fyrisitingarrættur; Føroyskur stjórnarskipanarrættur I (Føroyskur stjórnarskipanarrættur II kemur á yvirbygnaðinum); Keypi- og kravrættur; Tinglýsing og veð; Altjóðarrættur; Sivilur rættargangur og Revsirættur og revsirættargangur. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Ognarrættur.

Háttalagskeið miða móti almennari fatan av løgfrøðini, herundir lýsing av ymiskum ástøðiligum rákum, tulking og førleika at greina truplar løgfrøðiligar spurningar. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgfrøðilig fatan; Úrskurðargreining og Skriviverkstova.

Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentunarligum og søguligum kringumstøðum.

Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgsøga og Samanberandi lóg.

Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Rómverjarættur.

Grundskeið í lóg á 10 ECTS er ikki roknað við omanfyri, tí skeiðið hevur blandað dogmatiskt og háttalagsligt v.m. innihald.

Bachelorritgerðin er á 10 ECTS, sum tann lesandi sjálv/ur velur eftir vegleiðing og góðkenning frá lærara.

Undirvísing er vanliga á føroyskum, men kann eisini vera á enskum ella skandinaviskum máli.

Yvirlit - lestrarhálvur og lærugreinar 

1. hálva 2. hálva 3. hálva  4. hálva 5. hálva 6. hálva
Grundskeið í lóg Løgfrøðilig fatan Rómverjarættur Føroyskur stjórnarskipanarrættur Tinglýsing og veð Revsirættur og revsirættargangur
Avtalurættur Endurgjaldsrættur Ognarrættur Úrskurðargreiðing Sivilur rættargangur Altjóðarættur
Familju- og arvarættur Fyrisitingarrættur Føroysk rættarsøga Keypi- og kravrættur Komparativ lóg Bachelor ritgerð

Upptøkutreytir

Við verandi starvsfólkaorku vera lesandi tikin upp annað hvørt ár.

Til at vera upptikin krevst miðnámsprógv ella samsvarandi.

Umsøkjarar mugu hava góðar førleikar í føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.

Umsøkjari má eisini svara nøktandi uppá eina upptøkuroynd. Les um upptøkuroyndina her.

Starvsmøguleikar

Tey við bachelorprógvi kunnu eisini fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin, eitt nú sum fulltrúar í almennari fyrisiting.

Útbúgvingin gevur eisini aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina ssd-studvegl@setur.fo ella til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl@setur.fo

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Fæst her. G.G., at upptøka krevur upptøkuroynd

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum