Er tøkt her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 25

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Búskaparfrøði

B.Sc.

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.

Um útbúgvingina

Á hesi útbúgvingini lærir tú um konjunktursveiggj, altjóða handil, fíggjarmarknaðir og organisasjón og leiðslu. 

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.

Skipan av útbúgvingini

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í samfelagsbúskaparfrøði, virkisbúskaparfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði.

Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:

  • Organisatión og leiðslu
  • Altjóða handil
  • Fíggjarmarknaðir
  • Konjunktursveiggj

Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin samfelagsbúskaparlig evni, sum til dømis búskaparvøkstur og tilfeingisvinnur, ella virkisbúskaparlig evni, sum til dømis marknaðarføring og innovatión.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig
 

1. 
lestrarhálva

2. 
lestrarhálva

3. 
lestrarhálva

4. 
lestrarhálva

5. 
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva

Aðaltættir í 
makro

7,5 ECTS

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

 

Mikro 1

7,5 ECTS

 

Mikro 2

7,5 ECTS

 

Vallærugrein

10 ECTS

 

Vísinda-
ástøði 

10 ECTS

 

Aðaltættir í 
makro

7,5 ECTS

Altjóða 
marknaðar-
føring

7,5 ECTS

Makro 1: 
Búskapar-
vøkstur

7,5 ECTS

Makro 2: 
Konjuktur-
teori 

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

Virkisstýring 
(við 
finansiering)

7,5 ECTS

Roknskapar-
frøði

7,5 ECTS

Strategi 

7,5 ECTS

Corporate 
Finance 

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Bachelor-
uppgáva 

15 ECTS

Støddfrøði 1

7,5 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

Økonometri 

7,5 ECTS

Organisatión 
og leiðsla
7,5 ECTS

Próvtøkur

Próvtøkur eru í januar og juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina ssd-studvegl@setur.fo ella til Jóannes Jacobsen, útbúgvingarleiðara, jóannesj@setur.fo.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.
 

Er tøkt her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum