Lestrartíð: 2 - 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Skorsteinssópari

Ein skorsteinssópari reinsar ketlar, skorsteinar og rørskipanir. Undir útbúgvingini lærir tú um tær ymsu mannagongdirnar á økinum og at byrgja fyri, at eldur kemur í.

Ein stórur partur av arbeiðinum er at geva kundum ráð um t.d. oljufýr ella hitaverk. Tú lærir at máta, góðkenna og hava eftirlit við hitaverkum, fýrum og skorsteinum. Somuleiðis lærir tú um lógir og reglur á økinum.

Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um kyndingarannlegg og brennievni. Hartil fært tú vitan um ymisk sløg av skorsteinum, ketlum og luftskiftisskipanum. Sum skorsteinssópari ráðgevur og vegleiðir tú privatum og almennum kundum sambært lóggávuni á økinum.

Kyndingarskipanartøkningar reinsa og hava eftirlit við skorsteinum og kyndingarskipanum. Eisini gert tú brunatøkniligar kanningar og vegleiðir kundar. Útbúgvingin til kyndingar­skipanartøkning tekur 2 ár.

Útbúgvingin til skorsteinssópara tekur 4 ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um el-tøkni, kyndingartøkni, ansitøkni og grundleggjandi lóggávu. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, støddfrøði og brunatøkniliga vitan.

Við hesi útbúgvingini er tað umráðandi, at tú:

●       vísir umhugsni – tú arbeiðir úti hjá kundum í teirra heimum og skalt hava reina revsiváttan á ávísum økjum

●       ert røkin

●       hevur ábyrgdarkenslu fyri trygd og dygd

●       ert kropsliga væl fyri

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       hevur áhuga fyri at arbeiða bæði uttan- og innandura

●       dugir at tosa við ymisk fólk

●       sum skorsteinssópari skalt kunna arbeiða í hæddum.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur skorsteinssópari hjá privatum kundum og hjá stórum fyritøkum.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til skorsteinssópara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2 - 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum