Lestrartíð: 1 1/2 - 3 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Kosmetikari

Ein kosmetikari (vakurleikaserfrøðingur) arbeiðir við fríðkanarevnum og vakurleikarøkt. Undir útbúgvingini lærir tú um teir ymsu arbeiðshættirnar og vørurnar, tú brúkar til vakurleikarøkt.

Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um kropsrøkt. Harafturat lærir tú um vørur og hjálparevni, ið verða brúkt á eini vakurleikastovu. Tú fært eisini kunnleika um plastskurð­viðgerðir.

Ein stórur partur av arbeiðinum fevnir um at røkta og geva kundunum ráð um húðrøkt, krops­røkt, neglarøkt á hondum og fótum og um smyrsl, ið hóskar til kundan. Sum vakur­leikaser­frøðingur lærir tú eisini at taka burtur óynsktan hárvøkstur.

Tú kanst enda útbúgvingina sum kosemtikaraatstøðingur og kosmetikari. Sum kosmetikari kanst tú velja millum tvær sergreinar: húð- og vakurleikarøkt og vælveru- og heilsuviðgerði.

Sum kosmetakaratstøðingur lærir tú ymisk sløg av andlits- og kropsviðgerð so sum mýking, fótarøkt og handa- og neglarøkt. Tú lærir eisini at taka burtur hár, lita brýr og eygnahár og at leggja andlitssmyrsl. Útbúgvingin til kosmetikaraatstøðing tekur 1½ ár.

Sum kosmetikari lærir tú at geva meiri framkomnar og torførar viðgerðir. Eisini fært tú vitan og førleikar um sølu og tænastu. Útbúgvingin til kosmetikara og vælveru- og heilsuviðgerða tekur 3½ ár.

Av tí at tú hevur nógv samband við ymisk evnafrøðilig evni, kann tað vera ein bági, hevur tú lyndi til ovurviðkvæmi.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um húð- og vakurleikarøkt, kropsbygnaðarfrøði og lívvirkisfrøði. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. føðslulæru og alisfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur tænastusinni og dugir væl at vegleiða og avgreiða kundar

●       ert kropsliga væl fyri

●       ert hugaður at hava tætt kropsligt samband við onnur

●       hevur skil fyri dygd og smálutum

●       hevur hampiliga útsjónd

●       hevur skil fyri handli og sølu.

●       Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða í vakurleikastovum, parfumuhandli og kosmetikara­fyritøkum. Summi starvast eisini í sjónleikarhúsum ella sjónvarpsstøðum. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Tú kanst eisini eftirútbúgva teg, t.d. umvegis danska hárfríðkanar- og kosmetikararfelagið, og tað er sum heild umráðandi, at tú fylgir við í mótanum og í menningini innan yrkið.

Yrkisútbúgvingin til kosmetikara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Kosmetikaraatstøðingur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

 

 

 

Lestrartíð: 1 1/2 - 3 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum