Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Yrkisútbúgving

Hárfríðkari

Hárfríðkarar fáast mest við hárviðgerð, men næmingarnir læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað ber í sær at reka eitt virki, t.d. virkisbúskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað. Arbeiðið er fjølbroytt, tí mótin skiftir rættiliga ofta.

Hárfríðkarar starvast mest á hárfríðkanarstovum, tó eisini í sjónleikarhúsum og í sjónvarpi.

Tú lærir hárklipping, hárseting, permanentviðgerð, hárliting og andlitssmyrsl umframt tekning av klippingum á kvinnum og monnum. Eisini lærir tú at geva ráð og at veita kundatænastu.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Um tú ætlar at koma á tey írestandi skúlaskeiðini, krevst, at tú hevur skrivað sáttmála við ein góðkendan lærumeistara, og at tú hevur staðið fyrsta skúlaskeiðið.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum hárfríðkari.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       stílráðgevi

●       kosmetikari

●       kosmetologur

●       make-up artistur

●       handarøktari

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum