Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Skrivstovuútbúgving

Skrivstovuútbúgving - speditión/shipping

Eitt speditør/shippingstarvsfólk (vøruavgreiðslu/farmaflutningsfólk) skipar flutning av farmi og vørum sjóvegis.

Arbeiðið snýr seg í høvðusheitum um at skipa sambandið millum reiðarí ella shippingfyritøku og fyritøkur, ið skulu hava sínar vørur fluttar sjóvegis.

Sum shippingstarvsfólk eru tíni arbeiðsamboð telefon og telda, ferðaætlanir, tíðartalvur og skráir. Tú hevur samband við fólk um allan heimin og lærir at taka skjótar avgerðir, ið kunnu bera í sær týðandi fíggjarlig úrslit.

Arbeiðstíðirnar eru sjáldan fastar, og yvirarbeiði er vanligt. Tú kanst eisini koma í starv uttanlands í eitt avmarkað tíðarskeið.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Hevur tú lokið FHS støðisútbúgving, er lærutíðin innan handils- og skrivstovuyrkið 3 ár. Lærutíðin er styttri, hevur tú gymnasiala miðnámsútbúgving.

Hevur tú fingið lærusáttmála innan handils- ella skrivstovuyrkið og ikki hevur FHS støðisár frammanundan, er lærutíðin 4 ár. Tá skalt tú taka lærugreinar á FHS saman við teimum skúlaskeiðum, sum annars eru knýtt at tínari yrkisútbúgving.

Í endanum á høvuðsskeiðnum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan speditión/shipping og flutning annars.

Tú kanst søkja um upptøku á framhaldsútbúgving, t.e. einari vinnuakademi-, professións­bachelor- ella universitetsútbúgving. Tú kanst sostatt fara undir framhaldandi útbúgving undir somu treytum sum við einari gymnasialari miðnámsútbúgving.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving.

Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum