Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Skrivstovuútbúgving

Skrivstovuútbúgving - fyrisiting

Skrivstovuútbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Tú lærir um samband við kundan og tænastu, og hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.

Tú lærir samskifti, sølu og tænastu, fyrisiting, at leita eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtøl og búskap og ráðlegging o.a. Eisini lærir tú at samskifta við viðskiftafólk, munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamáli.

Eisini lærir tú at meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum at fyrireika og loysa uppgávur.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Fyrivarni skal takast fyri, at tað kann vera neyðugt at avgreiða skúlaskeið í Danmark.

Frálæran fevnir m.a. um fyriskipan og leiðslu, menning og sølu og marknaðarførslu.

Hevur tú lokið FHS støðisútbúgving, er lærutíðin innan handils- og skrivstovuyrkið 3 ár. Lærutíðin er styttri, um tú hevur gymnasiala miðnámsútbúgving.

Hevur tú fingið lærusáttmála innan handils- ella skrivstovuyrkið og ikki hevur FHS støðisár frammanundan, er lærutíðin 4 ár. Tá skalt tú taka lærugreinar á FHS saman við teimum skúlaskeiðum, sum annars eru knýtt at tínari yrkisútbúgving.

Við endan av høvuðsskeiðnum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum skrivstovufólk.

Tú kanst søkja um upptøku á framhaldsútbúgving, t.e. einari vinnuakademi-, professións­bachelor- ella universitetsútbúgving. Tú kanst sostatt fara undir framhaldandi útbúgving undir somu treytum sum við einari gymnasialari miðnámsútbúgving.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving.

Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Glasir, Marknagil – www.glasir.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum