Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Skrivstovuútbúgving

Skrivstovuútbúgving - almenn fyrisiting

Skrivstovuútbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Tú lærir um samband við kundan og tænastu, og hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.

Við sergrein í almennari fyrisiting lærir tú at skráseta, at goyma í skjalasavni og at skriva brøv. Harafturat lærir tú málsviðgerð og um tey serligu viðurskiftini, sum hoyra almennari fyrisiting til.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Hevur tú lokið FHS støðisútbúgving, er lærutíðin innan handils- og skrivstovuyrkið 3 ár. Lærutíðin er styttri, hevur tú gymnasiala miðnámsútbúgving.

Hevur tú fingið lærusáttmála innan handils- ella skrivstovuyrkið og ikki hevur FHS støðisár frammanundan, er lærutíðin 4 ár. Tá skalt tú taka lærugreinar á FHS saman við teimum skúlaskeiðum, sum annars eru knýtt at tínari yrkisútbúgving.

Í endanum á høvuðsskeiðinum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum skrivstovufólk.

Tú kanst søkja um upptøku á framhaldsútbúgving, t.e. einari vinnuakademi-, professións­bachelor- ella universitetsútbúgving. Tú kanst sostatt fara undir framhaldandi útbúgving undir somu treytum sum við einari gymnasialari miðnámsútbúgving.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving.

Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

 

 

 

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum