Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Skrivstovuútbúgving

Skrivstovuútbúgving - heilsøla og smásøla

Ein handilsatstøðingur tekur sær av sølu og øðrum vanligum uppgávum í handlum og heilsølum. Undir útbúgvingini fært tú undirvísing í sølu og tænastu.

Sum handilsatstøðingur við sergrein í heilsølu og smásølu arbeiðir tú serliga við at selja vørur og tænastur. Eisini tekur ein handilsatstøðingur sær vanliga av kundum, roknar prísir, ger tilboð og ordraváttanir.

Uppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, og tað veldst um, hvussu stór fyritøkan er.

Tú lærir at pakka vørur út, prísa og seta vørur upp á pláss í handlinum. Harafturat lærir tú at bíleggja vørur.

Sum handilssøluatstøðingur lærir tú eisini, hvussu tú setur vørurnar fram og gert tær áhugaverdar. Tú lærir eisini um fíggjarviðurskifti.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Hevur tú lokið FHS støðisútbúgving, er lærutíðin innan handils- og skrivstovuyrkið 3 ár. Lærutíðin er styttri, hevur tú gymnasiala miðnámsútbúgving.

Hevur tú fingið lærusáttmála innan handils- ella skrivstovuyrkið og ikki hevur FHS støðisár frammanundan, er lærutíðin 4 ár. Tá skalt tú taka lærugreinar á FHS saman við teimum skúlaskeiðum, sum annars eru knýtt at tínari yrkisútbúgving.

Í endanum á høvuðsskeiðinum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum handilsatstøðingur.

Sum handilsatstøðingur kanst tú arbeiða í handlum, heilsølum, sølumiðstøðum, stórhandlum og sølubúðum, ella tú kanst lata tín egna handil upp.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving t.d.:

●       viðkomandi vinnuakademiútbugving

●       viðkomandi professiónbacehlor útbúgving

●       universitetsútbúgving (kann krevja ískoytisfak).

Meiri kunning

Glasir, Marknagil – www.glasir.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum