Lestrartíð: 2 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Yrkisútbúgving

Sveisari

Sum sveisari arbeiðir tú við at gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini arbeiðir ein sveisari við at leggja til rættis og gera einfaldar framleiðsluuppgávur, handliga eins væl og við maskinum, at leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til ymsu uppgávurnar. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at velja og viðgera tilfar eftir krøvum og endamáli.

Somuleiðis verður arbeitt við at røkja amboð, viðgera og eftirviðgera yvirflatar av metali og øðrum tilfari og at kunna leggja til rættis samansettar sveisiuppgávur.

Útbúgvingar

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur sveisari.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       maskinmeistari

●       framleiðslutøkningur

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum