Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Yrkisútbúgving

Rustfastur kleinsmiður

Sum rustfastur kleinsmiður (rustdyggur fínsmiður) arbeiðir tú við metali. Undir útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metali, og hvussu tey kunnu formast.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymsu uppgávurnar. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at viðgera metal. Tú lærir at gera lutir úr metalplátum, t.d. brandtrappur, stigar, lás, portur og pengaskáp. Tú lærir eisini at gera listalig verk, t.d. veðurhanar og kirkjuspír.

Sum rustfastur kleinsmiður lærir tú at gera samansetingar av forgreiningum og bukkingum í rørum í rustdyggum stáli og at velja egnaðar eftirviðgerðir. Eisini lærir tú at viðgera og eftir­viðgera yvirflatar av rustføstum stáltilfari.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur rustfastur kleinsmiður.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       maskinmeistari

●       framleiðslutøkningur

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

 

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum