Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Yrkisútbúgving

Rørsmiður

Rørsmiðurin arbeiðir við nýgerð og røkir innleggingar í sethúsum, verksmiðjum og virkjum. Tú lærir at seta upp HVS-stýrisskipanir, oljuketlar og varandi orkuinleggingar og at vegleiða kundar.

Eisini lærir tú at gera samankomingar, tilskeringar og evna til skurð í plátum og rørum.

Sum rørsmiður lærir tú at leggja til rættis og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur rørsmiður.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       maskinmeistari

●       framleiðslutøkningur

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum