Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Plátu- og konstruktiónssmiður

Plátu- og konstruksjónssmiðurin er tann smiðurin, ið „dugir alt“ og veit so at siga alt um alt smiðjuøkið.

Plátu- og konstruksjónssmiðurin arbeiðir í høvuðsheitum við at umvæla og arbeiða úr stáli, jarni og øðrum metali. Arbeiðið fevnir m.a. um plátuarbeiði úr tunnum og tjúkkum plátum.

Til hetta arbeiðið verða brúkt bæði handamboð og automatiskar og teldustýrdar maskinur.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur plátu- og konstruksjónssmiður.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       maskinmeistari

●       framleiðslutøkningur

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo
Tekniski skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Í læru sum smiður á MEST

Fríði Bisp, 26 ár

Útbúgvingin snýr seg um alt innanfyri stál, rustfrítt og aluminium, t.d. at bukka rør, sveisa rør saman, boyggja plátur, klippa plátur, gera lúkur og hurðar. Alt innanfyri stál og skip. Útbúgvingin hjá mær fer fram á MEST skipasmiðjuni, har man arbeiðir í eitt tíðarskeið og so fer man í skúla nakrar vikur og kemur so aftur á arbeiðsplássið. Ein vanligur arbeiðsdagur er frá kl. 8-16.10. Meðan man er til arbeiðis, fær man lærlingaløn og tað fær mann eisini, meðan mann gongur í skúla.

Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?

Tað er tí, her kann man fara víðari uppá nógvar mátar, t.d. kann man fara á maskinskúla og lesa víðari til maskinmeistara, sum arbeiðsmaður í oljuvinnuna ella arbeiða sum smiður. Tað eru nógvir møguleikar innanfyri hetta fakið sum stálskipasmiður.”

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum