Lestrartíð: 1 1/2- 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Metalsmiður

Ein metalsmiður lærir at arbeiða við ymsum sløgum av metali, t.d. jarni, kopari og messing. Metal kann vera bleytt ella hert og kann evnast til á fleiri hættir.

Tú fært grundleggjandi vitan um eginleikarnar hjá metali. Tú lærir at meta um, hvat slag av metali skal brúkast til tær einstøku arbeiðsuppgávurnar. Harafturat lærir tú at skera, sveisa og lodda metalið.

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um eginleikarnar hjá metali, møguleikan at menna og sniðgeva og at framleiða lutir og prýði. Tú fært vitan um, hvussu nógva staðni metal er, t.d. í bilum, maskinum, rørum, kranum og skeltum o.ø.

Alt eftir læruplássi og áhuga kanst tú enda útbúgvingina við ymsum sergreinum sum jarn- og metalslípari, metaltrýstari ella sum myndristari/gravørur.

Tú hevur nógv samband við evnafrøðilig evni, so tað kann elva til trupulleikar, hevur tú við­kvæma húð ella hevur lyndi til ovurviðkvæmi. Men tú lærir eisini um, hvussu tú verjir teg.

Útbúgvingin til jarn- og metalslípara tekur 1½ ár. Útbúgvingin til metaltrýstara tekur 4 ár. Útbúgvingin til myndristara/gravør tekur 4 ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um at sniðgeva ymisk sløg av metali, tilvirka ymisk metalsløg og at viðgera ymisk sløg av metali. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, enskt, alisfrøði og fyrstuhjálp.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur áhuga fyri at arbeiða við metali – antin á verkstaði ella í framleiðsluhøll

●       ert kropsliga væl fyri

●       kanst arbeiða nágreiniliga og neyvt

●       ert handaligur

●       hevur skil fyri skapi og sniði, um tú vilt arbeiða við list sum metalslípari ella trykkjari

●       sum gravørur hevur skapandi evni og dugir at tekna.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan yrkið. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Tú hevur atgongd til allar vinnuakademiútbúgvingar, sum vanliga taka tvey ár. Hesar eru settar saman við ástøði og verkligari læru og eru knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki: lívfrøðiliga- og starvsstovutøkniliga økið, sniðfakliga økið, einkultfak, búskaparliga-handilsliga økið, KT-fakliga økið, samfelagsfrøðiliga økið, heilsufakliga økið og tøkniliga økið.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelor­útbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til metalsmið og metaltrýstara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Jarn- og metalslípari er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 1 1/2- 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum