Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík

Yrkisútbúgving

Maskinsmiður

Sum maskinsmiður arbeiðir tú við stýringartøkniligum skipanum og maskinum. Í útbúgvingini lærir tú at byggja upp, forrita, finna brek og at umvæla einfaldar stýritøkniligar skipanir. Tú lærir at velja røtt amboð og rætt dátugrundarlag í sambandi við framleiðsluuppgávur.

Eisini lærir tú um framleiðslutilgongdir og at røkta og seta saman høvuðspartarnar av einum motori, at gera smáar konstruksjónir av plátu, røri og stálprofilum og einfaldar røktaruppgávur av t.d. rørskipanum, pumpum og ventilum.

Maskinsmiðjulærlingar læra at arbeiða við m.a. handamboðum, skrúvustikkarbeiði, læra um framleiðslutilgongdir og at nýta stór maskinamboð, m.a. bonkborimaskinu, dreyibonk, fresara og skeriamboð.

Tú lærir at sveisa stálkonstruksjónir, gera konstruksjónir av plátu, røri og stálprofilum, einfaldar viðlíkahaldsuppgávur av t.d. rørskipanum, pumpum og ventilum umframt at seta upp motor- og maskinlutir.

Tú lærir at velja røtt amboð og rætta dátugrundarlagið í sambandi við framleiðsluuppgávur.

Frálæran fevnir eisini um elektriskar stýringar við oljutrýsti og trýstluft, forritan og framleiðslu við teldustýrdum (cnc) maskinum o.a.

Sum vællærugrein kann næmingurin í lærutíðini eisini velja „dugnaskapsroynd í motorpassing“ sum endar við próvtøku og heimilar yvirmannastøðu, t.e. „offiserstatus“ d.d. upp til 749 KW (umleið 1020 HK).

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsmiður.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       maskinmeistari

●       framleiðslutøkningur

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo
Tekniski Skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík

Fylg okkum