Lestrartíð: 2 - 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Kølitøkningur

Ein kølitøkningur arbeiðir við køli- og luftskiftisskipanum. Í útbúgvingini lærir tú um tær ymsu skipanirnar, hvussu tær verða settar til og røktar.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum fevnir um at stilla skipanina, soleiðis at hon hvørki er ov heit ella ov køld. Sum kølitøkningur lærir tú eisini at vegleiða kundum soleiðis, at teir fáa eina skipan, ið nøktar teirra tørv. Harumframt lærir tú at arbeiða við skipanum í ymsum støddum frá smáum køliskápum til stórar ídnaðarskipanir.

Tú kanst enda útbúgvingina sum køliatstøðingur ella sum kølitøkningur.

Ein køliatstøðingur lærir at seta upp smáar køliskipanir, kanna skipanirnar og at skjalfesta. Eisini lærir tú at seta saman rør og at gera kølitøkniligar útrokningar. Útbúgvingin sum køliatstøðingur tekur 2 ár.

Sum kølitøkningur koyrir tú vanliga út til kundar og setur upp og hevur eftirlit við køliskipanum. Tað kann vera í handlum, kølibilum, frystihúsum ella í sláturhúsum.

Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um køli-, klima-, og hitapumpuskipanir. Tú lærir at meta um frystitørv og orkunýtslu, so tú kanst geva kundum ráð um tað, teimum tørvar. Kølit­økningar læra harumframt at leggja til rættis og montera køliskipanir í fyritøkum og at gera útrokningar og eftirlit. Útbúgvingin sum kølitøkningur tekur 4 ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um handilsligar køliskipanir, kølitøkni, smáar køliskipanir, tilfarsfatan, umvæling og røkt. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. náttúrufak, støddfrøði, danskt og enskt (ikki sum køliatstøðingur).

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       ert handaligur og dámar at brúka hendurnar

●       ert hugaður at arbeiða á verkstaði og úti hjá kundum

●       kanst arbeiða nágreiniliga og neyvt

●       hevur skil fyri góðsku

●       hevur ansni fyri umhvørvi og trygd

●       dugir at leggja til rættis

●       kanst samstarva við onnur.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða hjá fyritøkum, sum gera, selja og umvæla køli-, luftskiftis- og hitapumpuskipanir. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Tú hevur atgongd til allar vinnuakademiútbúgvingar, sum vanliga taka tvey ár. Hesar eru settar saman við ástøði og verkligari læru og eru knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki: lívfrøðiliga- og starvsstovutøkniliga økið, sniðfakliga økið, einkultfak, búskaparliga-handilsliga økið, KT-fakliga økið, samfelagsfrøðiliga økið, heilsufakliga økið og tøkniliga økið.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelor­útbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til kølitøkning er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Køliatstøðingur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2 - 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum