Lestrartíð: 3 ár og 9 mðr. - 4 ár og 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

HVS-orkuútbúgvingin (HVS-smiður/montørur)

Undir útbúgvingini lærir tú um tøkniligar loysnir innan t.d. hita, luftskifti og heilsu- og reinførisviðurskifti, umframt teking- og fasaduinndekningar.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum fevnir um at vegleiða um m.a. tilfar, prís og dygd. Tú lærir eisini, hvussu slepst undan ov nógvum CO2 útláti.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær eina grundleggjandi vitan um tøkniligar innleggingar í bústøðum og ídnaði, sum veita okkum orku.

Eisini lærir tú at gagnnýta orkuna til fulnar og at gera okkara bygningar og innleggingar nútímans og intelligent.

Alt efter dit valg af speciale lærer du om de mange arbejdsområder, som Vvs-energiuddannelsen rummer. Du kan fx lære om gas- og vandinstallationer, centralvarme og om miljøvenlige energiløsninger som biobrændselsanlæg, varmepumper og solvarme.

På uddannelsen får du indsigt i moderne tekniske løsninger, ligesom du også lærer det traditionelle håndværk.

Tú kanst enda útbúgvingina við sergrein, sum hóskar til títt lærupláss og tín áhuga: HVS- innleggingartøkningur, HVS-blikksmiður, HVS-orkuserkønur ella luftskiftistøkningur.

Útbúgvingin til HVS-innleggingartøkning tekur 4 ár og 3 mðr.

Sum HVS-blikksmiður inndekkar tú tøk og setur takrennur upp. Tú klippir og evnar til takplátir á verkstøðum og leggur pláturnar á tøk. Útbúgvingin til HVS-blikksmið tekur 4 ½ ár.

Sum HVS-orkuserkønur kennir tú øll sløg av hitaskipanum, oljufýrum, gassfýrum, fjarhita, sólarorku, biogass o.a. Tú metir um ávirkanina á umhvørvið og mátar og stillar soleiðis, at skipanirnar virka til fulnar eftir tørvinum. Útbúgvingin til HVS-orkuserkønur tekur 4 ½ ár.

Luftskiftistøkningar syrgja fyri at inniluftin er góð. Tú arbeiðir við luftskiftisskipanum í stórum og smáum støddum. Bæði smáar luftskiftisskipanir, útsúgvingarskipanir hjá ídnaðinum ella heilt stórar luftskiftisskipanir í fyritøkum og stovnum. Luftskiftistøkningurin arbeiðir við inniumhvørvi og við smáum sum stórum luftskiftisskipanum. Útbúgvingin tekur 4 ½ ár.

ÚTBÚGVING 

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um at brúka amboð og maskinur, skera, lodda og sveisa, tilfarsfatan, tekning, bygningshátt og arbeiðsumhvørvi. Eisini hevur tú lærugreinir sum t.d. danskt, støddfrøði, enskt, samfelagsfrøði og at brúka teldu.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við KT og tøkni
  • dugir støddfrøði
  • ert kropsliga væl fyri
  • hevur logiska fatan og kanst arbeiða nágreiniliga og neyvt
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • kanst seta teg inn í lógir og reglur innan økið
  • kanst lesa og skilja arbeiðslýsingar og -tekningar
  • kanst skjalfesta títt arbeiði
  • sum luftskiftistøkningur ert hugaður fyri at arbeiða uttan- og innandura.

UPPTØKUTREYTIR 

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi og próvtalið 02 í donskum og støddfrøði.

FRAMTÍÐARMØGULEIKAR 

Alt eftir hvørja sergrein tú velur, kanst tú starvast ymsastaðni við HVS-útbúgving. Tú kanst arbeiða í gass- og fjarhitafeløgum, í frálandaídnaðinum og í serfyritøkum, sum arbeiða við luftskifti. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Sum útbúgvin HVS-smiður kanst tú m.a. arbeiða í ídnaðinum, byggivinnuni, hjá orkufeløgum og við olju, gassi og hita ella stovna egið virki. 

Tú hevur atgongd til allar vinnuakademiútbúgvingar, sum vanliga taka tvey ár, settar saman við ástøði og verkligari læru, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki. Lívfrøðiliga- og starvsstovu­tøkniliga økið, sniðfakliga økið, einkultfak, búskaparliga-handilsliga økið, KT-fakliga økið, sam­felagsfrøðiliga økið, heilsufakliga økið og tøkniliga økið.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinir og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving, tú søkir inn á.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelor­útbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til HVS-smið er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

MEIRI KUNNING 

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

Lestrartíð: 3 ár og 9 mðr. - 4 ár og 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum