Lestrartíð: 2½-4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Gulls- og silvurmiðútbúgvingin

Undir útbúgvingini lærir tú at arbeiða við gulli, silvuri og platini. Tú lærir um metalini, og hvussu tú teknar, evnar til og gert t.d. smúkkur, kannur og føt.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at vegleiða kundan at velja slag av metali, skapi og sniði. Hetta krevur, at tú fylgir við í mótanum og nýggjastu tøknini.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um eginleikarnar við hesum metalum, og tú lærir harumframt at brúka tey røttu amboðini til arbeiðið. Tú lærir eisini at framleiða, formgeva, tekna, prýða og umvæla smúkkur.

Alt eftir læruplássi og áhugamálum endar tú útbúgvingina við ávísari sergrein sum handilsgullsmiður, gullsmiður, edilmálmastoypari, bestikksilvursmiður, málmprýðari ella korpussilvursmiður.

Handilsgullsmiðurin lærir at framleiða og umvæla smúkkur og at selja vørurnar og at avgreiða kundar í handlinum. Útbúgvingin til handilsgullsmið tekur 2½ ár.

Ein gullsmiður og edilmálmastoypari lærir at sniðgeva og skapa smúkkur í gulli, silvuri og platini, og tú lærir um ymsar gimsteinar, t.d. diamantar, turkisasteinar og rubinar. Útbúgvingin til gullsmið tekur 4½ ár. Útbúgvingin til edilmálmastoypara tekur 3½ ár.

Bestikksilvursmiðir læra at gera bestikk og at montera bestikk og bestikklutir. Útbúgvingin til bestikksilvursmið tekur 4½ ár.

Málmprýðarin hevur sergrein í at gera formar til at stoypa ymisk metal. Gullprýðarin prýðir metalið við at sláa ella trýsta mynstur ella nøvn. Útbúgvingin til málmprýðara tekur 4½ ár.

Korpussilvursmiðir læra at gera yvirflataviðgerð og endaliga viðgerð av silvurvørum. Útbúgvingin til korpussilvursmið tekur 4½ ár.

Óansæð hvørja sergrein tú velir tær, so er neyðugt at tú hevur tøkniligt og skapandi hegni.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um tilevning, myndlýsing, snið og tekning, íverksetan og nýskapan. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, enskt, sølu, kundatænastu og vegleiðing.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert skapandi og hevur skil fyri skapi og sniði
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • ert handaligur og hevur hug til at brúka hendurnar
  • kanst arbeiða nágreiniliga og neyvt
  • kanst lesa og skilja arbeiðslýsingar og -tekningar
  • hevur tænastusinni og dugir at vegleiða og at avgreiða kundar.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan fakið í handli, í privatum og almennum fyritøkum, sum t.d. at umvæla og prýða kirkjur og søvn.

Til ber eisini at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Sniðgávutøkningur

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til gull- og silvursmið er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Handilsgullsmiður er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2½-4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum