Lestrartíð: 1 ár og 9 mðr. - 3 ár og 2 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Mjólkavirkisstarvsfólk (Meiaristur)

 

Mjólkarvirkisstarvsfólk virka mjólk til ymsar úrdráttir, t.d. ost og smør. Í útbúgvingini lærir tú um tær ymsu mjólkarvørurnar, og hvussu tær verða gjørdar við hjálp frá bakterium og soppum.

Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um at gera mjólk til mjólkarvørur. Tú lærir at arbeiða við mjólk, sum kemur inn í mjólkarvirkið í tangabilum, at køla mjólkina og pumpa hana í stórar tangar, at hita og hvørviskilja hana, soleiðis at hon verður skild til skúmaða mjólk og róma.

Tú fært eisini at vita, hvussu tú ansar eftir og vaskar maskinurnar, ið verða brúktar til at gera mjólkarúrdráttin við. Eisini fært tú frálæru í at blanda mjólkina til ávíst feittprosent og at eftirviðgera hana á ymsan hátt, t.d. við at hitaviðgera og fitijavna.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at hava gott reinføri og eftirlit við dygdini. Sum mjólkarvirkisstarvsfólk lærir tú eisini at gera ís.

Tú kanst enda útbúgvingina sum mjólkarvirkisoperatørur ella við sergrein sum mjólkar­virkisstarvsfólk.

Sum mjólkarvirkisoperatørur lærir tú m.a. at handfara vanliga meiaríútgerð, reingerðarhættir og góðskueftirlit. Útbúgvingin til mjólkarvirkisoperatør tekur 1 ár og 9 mðr.

Útbúgvingin til mjólkarvirkisstarvsfólk tekur 3 ár og 2 mðr.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um mjólkarframleiðslu, evnafrøði, framleiðsluútgerð og produktdygd.

Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. evnafrøði, enskt og støddfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur áhuga fyri matvørum

●       hevur áhuga fyri at arbeiða við KT og tøkni

●       hevur áhuga fyri náttúrulærugreinum

●       kennir ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       hevur skil fyri góðsku og smálutum

●       hevur skil fyri reinføri

●       hevur áhuga fyri alsamt at førleikamenna teg og menna tína servitan

●       ert hugaður fyri skiftandi arbeiðstíðum og í summum førum kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum mjólkarvirkisstarvsfólk á mjólkarvirki ella á fyri­tøkum, sum framleiða heilivág.

Ætlar tú tær at fara undir di fæst bframhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til mjólkarvirkisstarvsfólk er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Mjólkavirkisstarvsfólka-operatørur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntanurtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 1 ár og 9 mðr. - 3 ár og 2 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum