Lestrartíð: 2 ár og 4 mðr
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Móttøkufólk

Eitt móttøkufólk arbeiðir í móttøkum á hotelli ella í øðrum móttøkum. Á skúlanum lærir tú, hvussu gestir og vitjandi fáa góða móttøku og uppihald.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum á einum hotelli er at skipa og leiðbeina gestir í sam­bandi við gisting og at hjálpa gestum at bíleggja flutning, finna matstovur, útferðir og tiltøk. Arbeiðir tú í øðrum móttøkum, skipar tú fyri tilfari og hjálpiamboðum, sum gestum ella vitjandi tørvar, alt eftir hvørja móttøku talan er um.

Útbúgvingin sum móttøkufólk gevur grundleggjandi vitan um kundaavgreiðslu og tænastu.

Tú skalt eisini kenna til ávíst roknskapararbeiði og umrokning av gjaldoyra, t.d. tá tú avgreiðir ferðafólk.

Sum móttøkufólk hjálpir tú fólki úr øllum heiminum, og tú mást vera til reiðar at tosa og at skriva á enskum máli.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um ráðstevnulæru, móttøkuarbeiði, sølu og tænastu og ferðavinnu. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. enskt, samfelagsfrøði, trygd og sálarfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur tænastusinni – eisini tá nógv er at gera

●       dugir at tosa við nógv ymisk fólk

●       dugir at samskifta bæði munnliga og skrivliga

●       dugir fremmandamál

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       ert hugaður fyri skiftandi arbeiðstíðum.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Sum móttøkufólk finnur tú vanliga arbeiði á hotellum ella í øðrum móttøkum.

Ætlar tú tær undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademiútbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til tænara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2 ár og 4 mðr
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum