Lestrartíð: 1 1/2 ár - 3 ár og 7 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Lestrarlán:

Kokkur (Gastronomur)

Ein gastronomur arbeiðir við at gera mat. Undir útbúgvingini lærir tú um góðar rávørur, at gera til og borðreiða matin og harafturat at velja hóskandi drykkjuvørur.

Ein stórur partur av arbeiðinum fevnir um at seta eina máltíð saman, so tað verður ein góð uppliving hjá kundanum. Sum kokkur lærir tú eisini nógv um innkeyp og kundatænastu. Tú lærir gjølla teir ymsu mátarnar at gera til og seta rávørur saman.

Somuleiðis lærir tú at seta saman eina matskrá og um heilsu og reinføri.

Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um heilsu, føðslu og matgerð. Tú lærir at seta saman matskráir og um drykkjuvørur.

Tú kanst enda útbúgvingina sum gastronomatstøðingur ella sum gastronomur við sergrein sum kokkur, vistveitari ella sum viðskerafrúgv.

Gastronomatstøðingar læra vanligu og afturvendandi uppgávurnar í einum nýmótans mat­stovu­køki. Útbúgvingin til gastronomatstøðing tekur 1½ ár. Skúlagongdin fer lutvíst fram á Tekniska skúla í Klaksvík og í Danmark.  Næmingarnir, sum læra til gastronom og føðsluatstøðing, lesa saman fyrstu 20 vikurnar frá august til januar og velja síðan gastronom ella føðsluatstøði til framhaldandi lestur.

Kokkar læra at leggja til rættis innkeyp, goymslu og tilgerð. Tú lærir ymsu tilgerðarhættirnar og um rávørusamansetingar umframt drykkjuvørur.

Í útbúgvingini smyrjibreyð og vistveiting lærir tú samlaða praktiska arbeiðið at framleiða og selja rættir og ymsan viðskera. Tú lærir m.a. um innkeyp, tilgerð, borðreiðing og reingerð. Útbúgvingin innan smyrjibreyð og vistveiting tekur 3½ ár.

Útbúgvingin til gastronom tekur 3 ár og 7 mánaðir. Skúlagongdin til 1. og 2. skúlaskeið fer fram á Tekniska skúla í Klaksvík, og restin verður tikið í Danmark.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Frálæran fevnir m.a. um køksvenjing, heilsulæru, náttúrulæru, kostfrøði, føðslufrøði og reinføri. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. føroyskt, KT, kalkulatión, sølu og tænastu, samskifti og samstarv.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       kanst varðveita yvirlitið – eisini tá nógv er at gera

●       ert handaligur og ert hugaður at brúka hendurnar

●       hevur skil fyri reinføri

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       ert hugaður at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir

●       hevur tænastusinni

●       ert skapandi.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans við nóg góðum úrslit

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á matstovum, í sjálvtøkumatstovum, kaffistovum o.a. Innan ídnaðarframleiðslu eru eisini størv til gastronomútbúgvin.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Til ber at eftirútbúgva teg til akademigastronom.

Meiri kunning

Tekniski Skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 1 1/2 ár - 3 ár og 7 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Tekniski Skúlin í Klaksvík

Fylg okkum