Lestrartíð: 1 1/2 - 3 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Føðsluatstøðingur

Ein føðsluatstøðingur ger mat í stórum køkum. Á skúlanum lærir tú um rávørur, at matgera og at borðreiða, soleiðis at maturin sær leskiligur út.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at leggja til rættis framleiðslu av heilsugóðum mati til nógv fólk. Sum føðsluatstøðingur lærir tú eisini um innkeyp og búskap. Føðsluatstøðingar kunnu arbeiða í stórkøkum, t.d. á sjúkrahúsum, kantinum ella á ellisheimum.

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um føðslu og tilgerð av mati. Eisini fært tú vitan um hjálparamboð í stórkøkum. Summi amboð verða brúkt til fyrireikingararbeiði og at gera matin, onnur amboð verða brúkt til at leingja haldførið hjá matinum.

Tú kanst enda útbúgvingina sum føðsluhjálpari ella við sergrein sum føðsluatstøðingur.

Føðsluhjálparar læra um grundleggjandi viðurskifti í einum stórkøki. Skúlagongd fer lutvíst fram á Tekniska Skúla í Klaksvík og lutvíst í Danmark. Útbúgvingin til føðsluhjálpara tekur 1½ ár.

Føðsluatstøðingar læra at menna nýggjar arbeiðshættir og at standa fyri eftirliti við reinføri í køkinum. Í løtuni kann 1. og 2. skúlaskeið takast á Tekniska skúla í Klaksvík og restin í Danmark.

Útbúgvingin til føðsluatstøðing tekur 3 ár. Næmingarnir, sum læra til gastronom og føðslu­atstøðing, lesa saman fyrstu 20 vikurnar frá august til januar og velja síðan gastronom ella føðsluatstøði til framhaldandi lestur.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góð­kendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Frálæran fevnir m.a. um matvørur, føðslu, kost, reinføri, framleiðslu og dygd, enskt og samfelagsfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       ert kropsliga væl fyri

●       hevur áhuga fyri mati og heilsu

●       ert hugaður at arbeiða í køki

●       kanst varðveita yvirlitið – eisini tá nógv er at gera

●       hevur skil fyri reinføri

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       ert hugaður at brúka KT.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Sum føðsluatstøðingur kanst tú arbeiða t.d. í stórkøkum, á sjúkrahúsum ella í kantinum.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d. akademigastronom.

Meiri kunning

Tekniski Skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

 

 

Lestrartíð: 1 1/2 - 3 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Tekniski Skúlin í Klaksvík

Fylg okkum