Lestrartíð: 2 1/2 ár - 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Bakari og kondittari

Ein bakari og kondittari bakar breyð og køkur. Undir útbúgvingini lærir tú at meta um rávørur og leggja framleiðsluna til rættis á arbeiðsplássinum.

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um at baka og gera køkur og dessertir. Tú lærir at samantvinna nýmótans bakihættir við gomlu siðbundnu bakihættirnar.

Ein stórur partur av arbeiðinum er at gera eina vøru, ið dregur kundar til sín. Sum bakari lærir tú eisini at rokna innkeyp og sølu og tænastu.

Ein bakari kann arbeiða á breyð- og køkuverksmiðjum, á bakaríi ella á kondittaríi. Tú kanst eisini fara undir egið virksemi. Ein bakari arbeiðir oftast um náttina, so tá er neyðugt at møta sera tíðliga til arbeiðis.

Tú kanst enda útbúgvingina sum breyðbakari ella sum breyðbakari við profili ella við sergrein sum bakari. Tú kanst eisini enda útbúgvingina sum køkukondittari ella køkukondittari við profili ella við sergrein sum kondittari.

Breyðbakarar læra at framleiða vanlig og siðbundin breyðsløg. Tú lærir at hjálpa við at rulla deiggj. Útbúgvingin til breyðbakara tekur 2½ ár.

Bakarar læra um rávørur, deiggjframleiðslu og breyðframleiðslu. Tú fært harumframt frálæru í køkuframleiðslu og at rulla deiggj. Útbúgvingin til bakara tekur 4 ár.

Kondittarar læra m.a um desertir, ís og marsipan. Harafturat lærir tú at gera uppsetingar, prýða og gera skap úr bakstri. Útbúgvingin til kondittara tekur 4 ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um breyðframleiðslu, dessertframleiðslu, rómakøkur og lagkøkur, at rulla deiggj og røra køkur. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. sølu og tænastu.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       kanst arbeiða skapandi

●       hevur skil fyri skapi

●       hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar

●       ert hugaður at arbeiða tíðliga um morgunin og í vikuskiftum

●       tolir at arbeiða í rúmi við nógvum hita.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum bakari/kondittari í bakaríi, kondittaríi ella í stórari ídnaðarframleiðslu. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingarnar til bakara og kondittara eru á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Breyðbakari, breyðbakari við profili og køkukondittari eru á 3. stigi. Góðsku­karmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2 1/2 ár - 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum